Tíðindi

05. jun 2026

So kom til "Bint alment" - leygardagin 13. juni

Dámar tær væl tógv og at binda ella hekla?

So kom til Bint alment (altjóða heitið er WWKIP: World Wide Knit in Public) tiltakið í amfiteatrinum uttanfyri dagstovnin Lítlafløtt á Strondum.
Tiltakið er ókeypis og hevur til endamáls, at savna øll bindi- og tógváhuga. Tá fleiri fólk innan sama áhugamál eru savnað eru bæði lærdómur og nýggj vinarbond at finna. Okkara vón er at hitta royndar og óroyndar bindarar og tógvelskarar í øllum aldri og úr øllum landinum!
So tak stokkarnar ella heklinálina við í taskuna, bindivinin undir armin og kom ein túr, at hugna tær saman við øðrum tógváhugaðum!
Sjóvar kommuna bjóðar okkum ein drekkamunn.
Vælkomin

Aftaná tiltakið, frá kl 14:30 - 16:00 er opið í Eygastovu í Norðagøtu
Ein avsláttur á 10 % verður latin hendan dagin.
www.eygastova.fo

Gott at hava við:
- Sitipútu!
- Termokrúss!
- Stokkar/heklinál! Ein sjálvfylgja, men skuldi tú gloymt tað, so ert tú vælkomin hóast alt.


Vit síggjast!

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
05. jun 2026
Uttandura hondbóltskapping 20. og 21. juni
05. jun 2026
So kom til "Bint alment" - leygar­dagin 13. juni
03. jun 2026
Vaðhorn virkað í meiri enn hálva øld
03. jun 2026
Søkt verður eftir starvs­fólki til Lítlafløtt
02. jun 2026
Søkt verður eftir vaskifólki
01. jun 2026
Sara fingið debut
01. jun 2026
Hesa vikuna (viku 23) tømir reinsi­tænastan hjá IRF rottangar á Strondum
01. jun 2026
Myndir: Konsert við Marius Zika á Kom-út-vikuni

Send boð til Sjóvar kommunu