Tíðindi

03. jun 2026

Søkt verður eftir starvsfólki til Lítlafløtt

Námsfrøðingar til Lítlafløtt

Søkt verður eftir:
- 5 námsfrøðingum at arbeiða 30-40 tímar um vikuna, at byrja 3. august 2026, ella eftir nærri avtalu.
- 3 føstum sjúkra- og feriuavloysarum at starvast 30 tímar um vikuna. Avloysarnir koma at starvast í samband við fráveru vegna sjúku, feriu v.m.

Námsfrøðilesandi, sum fáa prógv í summar eru vælkomin at søkja.

Um námsfrøðingar ikki søkja, kann hjálparfólk verða sett tíðaravmarkað.

Á Lítlafløtti fært tú eitt spennandi, mennandi og fjøllbroytt starv saman við góðum starvsfelagum.

Sum námsfrøðilig tiltøk hava vit TRAS, TÍTT og Betri vinir.

Vit ynskja:
- at tú hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag, við virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum
- at tú kanst taka ábyrgd og virka í góðum samstarvi við starvsfelagar og foreldur
- at tú ert nærverandi, kreativ/ur og at tær dámar væl at vera úti
- at tú sært møguleikar og avbjóðingar, sum eru í nærumhvørvinum
- at tú verður við til at mynda og menna okkara námsfrøðiliga umhvørvi
- at tú skilur og tosar føroyskt

Vit bjóða:
- eitt sjálvstøðugt og áhugavert starv, har tú fært møguleika at gera tína ávirkan galdandi
- eitt starv, har tú saman við dugnaligum starvsfeløgum ert við til at menna tað námsfrøðisliga umhvørvi
- eitt starv, har trivnaður, umsorgan, nærvera og menning eru í hásæti

Setanarviðurskifti:
Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Sambært barnaváttanarlógini §4, skal barnaváttan fyriliggja, áðrenn umsøkjari verður settur.

Meira fæst at vita um størvini við at tosa við Sóleyð Debes Joensen, leiðara, á tlf. 232747  

Kunning um stovnin fært tú við at vitja heimasíðu okkara www.litliflottur.fo 

Umsókn við avriti av prógvum og møguligum viðmælum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 17. juni 2026, kl. 12:00 og sendast til: litliflottur@sjovar.fo

Dagstovnurin Lítlifløttur
Fløtuvegur 82
490 Strendur

 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
03. jun 2026
Søkt verður eftir starvs­fólki til Lítlafløtt
02. jun 2026
Søkt verður eftir vaskifólki
01. jun 2026
Sara fingið debut
01. jun 2026
Hesa vikuna (viku 23) tømir reinsi­tænastan hjá IRF rottangar á Strondum
01. jun 2026
Myndir: Konsert við Marius Zika á Kom-út-vikuni
01. jun 2026
Myndir: Mikkjal á Ryggi á Kom-út-vikuni
01. jun 2026
Myndir: Vatnkríggj á Kom-út-vikuni
31. mai 2026
Krabbaveiða á Kumlum - Kom-út-vikan 2026

Send boð til Sjóvar kommunu