Tíðindi

31. mai 2026

Krabbaveiða á Kumlum - Kom-út-vikan 2026

Í dag, sunnudagin 31. mai kl. 15.00 fara vit á krabbaveiðu á Kumlum (á eystursíðuni í Tanga). Hetta er eitt afturvendandi tiltak á útivikuni, og plagar tað at verða ein sera deilig løta við bæði krabbaveiðu, hugna og kanska onkrum karmi.

Tað hevur regnað allan morgun, og regnar enn, men tað er lýtt og stilt, so krabbarnir fáa ikki frið fyri okkum í dag. Vónandi verða vit mong.

Havið glúp og spann við.

Børnini fáa sunkist, meðan vaksin eru vælkomin at taka kaffi/te við. Koppar vera á staðnum.

Vit síggjast.

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
21. mai 2026
Skráin fyri Kom-Út-Vikuna 23.-31. mai 2026
31. mai 2026
Krabbaveiða á Kumlum - Kom-út-vikan 2026
30. mai 2026
Konsertin við Marius Ziska útsett til kl. 21
30. mai 2026
Gongutúrurin niðan á Borgarfelli avlýstur
29. mai 2026
Skráin fyri leygar­dagin 30. mai á Kom-út-vikuni 2026
29. mai 2026
Broyting í almennu byggisamtykt­ini §3, Áseting fyri øki B: Bústaðarendamál. stk 1., punkt b
29. mai 2026
Ársroknskapur 2025
28. mai 2026
Skráin fyri fríggja­dagin 29. mai á Kom-út-vikuni 2026

Send boð til Sjóvar kommunu