Tíðindi

10. apr 2026

Pauli til Ringsted

FRÁBOÐAN: TMS Ringsted heintar tvey føroyskt hondbóltstalent ????

Tað er við stórari gleði, at vit kunngera, at Pauli Rasmussen og Jákup Egholm koma til Ringsted at spæla. Hetta skrivar TMS Ringsted á heimasíðu síni í dag.

Høgri bakkurin Pauli Rasmussen, og vinstri vongurin Jákup Egholm koma báðir til felagið eftir stór avrik í føroysku landskappingini og á ungdómslandsliðunum. Harumframt hevur Pauli Rasmussen longu fingið sínar fyrstu minuttir á føroyska A-landsliðnum.

Báðir leikarar verða mettir sum langtíðaríløgur, sum skulu vera við til at styrkja ítróttarligu menningina hjá TMS Ringsted komandi árini. Tí verða Jákup og Pauli eisini partur av TMS Talent.

"Eg eri sera fegin um, at tað eydnaðist okkum at fáa Jákup og Paula til felagið. Hetta eru tveir leikarar, eg havi fylgt tætt gjøgnum kappingarárið og í longri tíð. Teir spældu sera væl undir seinastu endaspælinum við Føroyum, og Pauli hevur longu tikið stigið upp á A-landsliðið. Hóast teir eru ungir, hava báðir ótrúliga nógva góðsku" sigur ítróttarstjórin hjá TMS Ringsted, Morten Olsen.

Sum bert 18- og 19-ára gamlir hava Jákup og Pauli tikið stórt stig við at flyta úr Føroyum til Ringsted. Tað bindur okkum sum felag, og tí er tað týdningarmikið, at vit tryggja teimum røttu karmarnar fyri teirra menning – bæði ítróttarliga og persónliga.

Við tilgongdini av hesum báðum føroysku talentunum heldur TMS Ringsted fram við arbeiðinum at byggja ein hóp, sum kann levera úrslit her og nú, samstundis sum hann verður mentur við atliti til framtíðina.

Vit ynskja Paula og Jákupi bestu eydnu nú teir fara uttanlands at royna seg. 

 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
19. mai 2026
Rottangatøming á Selatrað
17. mai 2026
Várkonsertir í Stranda Musikkskúla
16. mai 2026
Kom-út-vikan í Sjóvar kommunu 25.-31. mai
16. mai 2026
Myndasavn: Ruddingardagur 16. mai 2026
15. mai 2026
Loppu­marknaður, kaffisøla og lutaseðlar
15. mai 2026
Einfaldari at avgreiða byggimál og endurskoða fígging av eldraøkinum
15. mai 2026
10,91% meira í skatta­inntøku enn í fjør
13. mai 2026
Bøgarðar og hegn skulu vera í seyðahøgum standi

Send boð til Sjóvar kommunu