Tíðindi
Páskareggjaveiða leygardagin 4. apríl
So fara vit aftur á páskareggjaveiðu!!
Viðrar verður afturvendandi páskareggjaveiðan í Sjóvar kommunu páskaaftan, leygardagin 4. apríl kl. 15.
Vit skriva fleiri uppgávur á Facebooksíðuna, sum eitur "Páskareggjaveiða". Tá tú hevur funnið ella loyst uppgávuna, tekur tú eina sjálvsmynd og leggur hana undir upppgávuna á Facebooksíðuni. Tá tú hevur loyst minst fimm uppgávur, skalt tú koma í skúlagarðin á Strondum, og har fært tú eitt páskaregg (øll børnini fáa eitt egg í part).
Í skúlagarðinum verða eisini nýbakaðar vaflur, kaffi og saft at fáa.
Veiðan byrjar kl. 15:00 og heldur fram til kl. 17:00.
Páskareggjaveiðan plagar at verða sera hugnalig, við nógvum børnum og vaksnum til gongu runt á vegum og gøtum í bygdunum, og ikki minst í skúlagarðinum, har øll samlast til samverðu og túnatos.
Páskagestir eru meir enn vælkomir at luttaka í veiðuni.