Tíðindi

31. mar 2026

Páskareggjaveiða leygardagin 4. apríl

So fara vit aftur á páskareggjaveiðu!!

Viðrar verður afturvendandi páskareggjaveiðan í Sjóvar kommunu páskaaftan, leygardagin 4. apríl kl. 15.

Vit skriva fleiri uppgávur á Facebooksíðuna, sum eitur "Páskareggjaveiða". Tá tú hevur funnið ella loyst uppgávuna, tekur tú eina sjálvsmynd og leggur hana undir upppgávuna á Facebooksíðuni. Tá tú hevur loyst minst fimm uppgávur, skalt tú koma í skúlagarðin á Strondum, og har fært tú eitt páskaregg (øll børnini fáa eitt egg í part).

Í skúlagarðinum verða eisini nýbakaðar vaflur, kaffi og saft at fáa.

Veiðan byrjar kl. 15:00 og heldur fram til kl. 17:00.

Páskareggjaveiðan plagar at verða sera hugnalig, við nógvum børnum og vaksnum til gongu runt á vegum og gøtum í bygdunum, og ikki minst í skúlagarðinum, har øll samlast til samverðu og túnatos.

Páskagestir eru meir enn vælkomir at luttaka í veiðuni.

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
09. okt 2026
Loppu­marknaður og kaffisølu á Café Bellu
08. okt 2026
Stranda kvøldskúli nýggja heimasíðu
07. okt 2026
90 ára føðingardagur
07. okt 2026
Konfimantar í Skála kirkju sunnudagin 11. oktobur kl 11.
06. okt 2026
Avtalan um barna- og ungdóms­tannrøkt endur­nýggjað
06. okt 2026
Støkk-inn koppseting á Strondum
06. okt 2026
Varaleiðari til Lítlafløtt
06. okt 2026
Bárður á Lakjuni á Strondum 

Send boð til Sjóvar kommunu