Tíðindi

30. mar 2026

Formansskifti í valstýrinum

Petur Jákupsson, sum í mong ár hevur verið í valstýrinum fyri Stranda valstað, hevur valt at leggja frá sær.

Petur var í 1993 valdur til eykalim í valstýrinum, og í 2001 kom hann inn sum fastur limur. Tá Richard Johansen valdi at siga formanssessin frá sær í 2005, tók Petur við sum formaður. Fyrsta valið sum formaður var fólkatingsvalið 8. februar 2005.

Sum vanligt er, bjóðaði kommunustýrið valstýri og umsiting til morgunmat á valdegnum, og hesaferð var Petur boðin við. Eyðstein Heinesen, sum nú hevur tikið við sum valstýrisformaður, handaði Peturi ein gávu frá kommununi, við tøkk fyri trúgva tænastu. Eftirsum Petur ikki longu er formaður, fekk hann ta stóru æru at tryggja, at valkassin var tómur tá valhølið lat upp. 

Úrslit av løgtingsvalinum 2026 sæst her: https://kvf.fo/lv26

 

 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
30. mar 2026
Formansskifti í valstýrinum
27. mar 2026
Broyting í ruskinn­savning­ini í viku 14 og 15
27. mar 2026
Leikurin Upphav í bio-salinum í bygdahúsi­num á Strondum
27. mar 2026
Fíggjar­nevndin 25.03.2026
26. mar 2026
Kommunustýrisfundur 30. mars, kl. 17:00
25. mar 2026
Fundur í Trivnaðar- og Umhvørvis­nevnd­ini 24.03.2026
23. mar 2026
Konfirmatión í Sjóvar kirkju 29. mars
20. mar 2026
Valfundur í bygdahúsi­num á Strondum

Send boð til Sjóvar kommunu