Tíðindi

30. mar 2026

Formansskifti í valstýrinum

Petur Jákupsson, sum í mong ár hevur verið í valstýrinum fyri Stranda valstað, hevur valt at leggja frá sær.

Petur var í 1993 valdur til eykalim í valstýrinum, og í 2001 kom hann inn sum fastur limur. Tá Richard Johansen valdi at siga formanssessin frá sær í 2005, tók Petur við sum formaður. Fyrsta valið sum formaður var fólkatingsvalið 8. februar 2005.

Sum vanligt er, bjóðaði kommunustýrið valstýri og umsiting til morgunmat á valdegnum, og hesaferð var Petur boðin við. Eyðstein Heinesen, sum nú hevur tikið við sum valstýrisformaður, handaði Peturi ein gávu frá kommununi, við tøkk fyri trúgva tænastu. Eftirsum Petur ikki longur er formaður, fekk hann ta stóru æru at tryggja, at valkassin var tómur tá valhølið lat upp. 

Úrslit av løgtingsvalinum 2026 sæst her: https://kvf.fo/lv26

 

 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
13. mar 2026
”Saman um bygdina” – Nýggj stuðuls­skipan til smærri alment gagnligar verkætlanir
14. apr 2026
Vár við lýggjum vindi
13. apr 2026
Kvøldskúla­framsýningin 2026 í myndum
13. apr 2026
Sjómansk­vinnu­ringu­rin
10. apr 2026
Pauli til Ringsted
09. apr 2026
Ársaðalfundur hjá Sjóvar sóknar pensjónista­felag
08. apr 2026
Kvøldskúla­framsýningin 2026
01. apr 2026
Gleðiligar páskir

Send boð til Sjóvar kommunu