Tíðindi
Broyting í byggisamtykt fyri økið við Nónvarða
Kunngerð um framløgu av broyting í byggisamtykt
Sambært løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954, um býarskipanir og byggisamtyktir, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 31 frá 17. mars 2022, verður við hesum gjørt kunnugt, at uppskot til broyting í byggisamtykt fyri Sjóvar kommunu verður lagt fram til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni frá mánadegnum 2 mars 2026 til mánadagin 23. mars 2026.
Broyting í byggisamtykt fyri Sjóvar kommunu:
Økið við Nónvarða er ætlanin at broyta soleiðis, at partur av øki B5 (sethús/Hálsatjørn) verður broytt frá øki B5 til nýggja byggisamtykt B11. (Sí kortið, matrikkul 373c og partur av matr 234a) Sí eisini nýggju reglugerðina fyri økið.
broytingarnar í mun til B5 eru mest, at tað skal vera størri pláss til parkering, og hæddarhámarkið er lægri enn í B5.
Endamálið við at gera nýggja byggisamtykt fyri økið er, at lendi er rímuligani slætt, og fyri at grannarnir ikki skulu missa alt útsýni, verða reglarnir fyri at byggja hús gjørdir so, at grannalagið verður ávirka minst møguligt í mun til útsyni.
Møguligar viðmerkingar ella mótmæli, sum skulu vera skrivlig, verða at senda til:
Sjóvar kommunu
Skúlavegur 10
490 Strendur
ella: sjk@sjovar.fo í seinasta lagi hósdagin 16. apríl 2026
Byggisamtykt fyri B11 á norðasta parti av matr. Nr 234a og matr. nr 373a á Strondum
Nýsla: Sethús í einasi hædd.
Byggistig: 50%
Nýslustig:
- Er ikki ásett, tí bygningsvavið er ásett við ávikavist byggistigi, hæddartali og hæddarhámørkum.
Tal av hæddum: Ein (1) hædd
Byggifelt:
- Markna og vegafrástøða
- Niðanfyri nevndu frástøður fevna eisini um t.d smærri framskot so sum svalar og hálvtekjur, og verða hesi harvið at halda seg innanfyri ásett byggifelt.
- Fyri niðanfyri lýstu vegfrástøður er galdandi, at minst 60% av húsalongdini skal standa við hesari frástøðu í mun til atkomuvegin.
Stykkir omanfyri atkomuveg:
- 5,5 metur frá vegi, men 3,5 m í mun til býlingsvegin vestanfyri.
- 2,5 metrar marknaðarfrástøða móti síðugranna, og er henda galdandi niðan til 15,5 m vegfrástøðu, haðani frástøðan skal økjast í lutfallinum 1:1 (45 gr. vinkul) í mun til grannamarkið, sum niðan kemur. Harvið er talan um hornaavskurð av byggifeltinum í ovara enda.
- 2,5 m marknafrástøða móti síðugrannum
- 3,5 m marknafrástøða móti grannum niðanfyri.
Stykkir niðanfyri atkomuveg:
- 5,5 m frástøða, men tó minst 3,5 m í mun til býlingsvegin vestanfyri.
- 2,5 m vegfrástøða móti síðugrannum, og er henda galdandi oman til 15,5 m vegfrástøðu, haðani frástøðan skal økjast við lutfallinum 1:1 (45 gr. vinkul) í mun til grannamarkið sum niðan kemur. Harvið er talan um hornaavskurð av byggifeltinum í ovara enda.
- 3,5 m marknafrástøða móti grannum niðanfyri.
Hæddarhámørk
- Ásetingarnar taka støði í veghæddini í ovaraborð miðskeiðis um stykkislongdina, og verður støði fyri útrokningini annars sum ásett niðanfyri.
- Hámørkini eru til yvirgrind, sum er hæddin til yvirsíðu á tekju at rokna- ávikavist við húsaútsíðu og t.d mønu.
- Ásettu hæddarhámørkini verða at samantengja við beinum hámarkslinjum.
Stykkir omanfyri atkomuveg
- 3,6 m í frástøðu, 5,5 m frá vegi.
- 4,9 m í frástøðu 10,5 m – 15,5 m frá vegi.
- 3,6 m í frástøðu, 3,5 m frá grannamarki omanfyri.
Stykkir niðanfyri atkomuveg:
- 3,0 m í frástøðu, 5,5 m frá vegi.
- 4,3 m í frástøðu 10,5 m – 15,5 m frá vegi.
- 3,0 m í frástøðu, 3,5 m frá grannamarki omanfyri.
Bilhús
-verður at halda seg innanfyri omanfyri lýst byggifelti og hæddarhámørk.
Smærri bygningar undir10m2
- Loyvdur verður bara ein slíkur bygningur á hvørjum stykki, og telur slíkur bygningur við atliti til byggistig. T.v.s at bygningar skulu halda seg innanfyri lýst byggifelti.
- Hæddarhámørkini verða at halda seg til ásetingarnar i ”BK 17” tó frá natúrligum upprunalendi ella góðkendari hædd á lidnum lendi at rokna eftir ávísing byggivaldsins.
Bilstøðir
- Umframt møguligt bilhús skulu á hvørjuum grundstykki í minsta lagi vera 3 bilstøðlar og annars í minsta lagi 1 bilstøðil fyri hvørjar byrjaðar 75 m2 bruttuvídd. Fyri hvønn eyka bústað á hvørjum stykki, skulu umframt omanfyri nevndu, vera 1 bilstøðil til hvønn eyka bústað.