Tíðindi

13. mar 2026

Fólkatingsvalið - brævatkvøður og valkort

Fólkatingsval er lýst at verða týsdagin  24. mars 2026
 Atkvøðugreiðslan fer fram í Bygdahúsinum á Strondum og byrjar:

kl. 09.00 fyrrapart  og heldur fram til kl.20.00 – ella so leingi veljarar møta uttan steðg.

Brævatkvøður
Veljarar í Sjóvar kommunu, ið sambært vallógini lúka treytirnar fyri at greiða brævatkvøðu, kunnu atkvøða á kommunuskrivstovuni í avgreiðslutíðini til og við fríggjadagin 20. mars 2026 kl. 14.00.

Tó er síðsta freist at greiða brævatkvøðu leygardagin 21. Mars 2026. Er onkur, sum má velja 21. Mars so ber hetta væl til, men ringjast má á tlf. 232728/232731  fyri at avtala eina tíð.

Velja Heima:

Tey, ið vegna sjúku ikki eru før fyri at koma á valstaðið, kunnu velja heima í seinasta lagi 21. Mars 2026, við at venda sær til  kommunuskrivstovuna  á tlf. 472727 í seinasta lagi 20. mars  2026 kl. 12.00.

Valkort
Við hesum verður gjørt kunnugt, at til fólkatingsvalið, ið skal fara fram týsdagin 24. mars 2026, eru valkort send øllum veljarum í kommununi.

Um onkur, ið heldur seg hava atkvøðurætt, ikki hevur fingið valkort, ella okkurt annað er komið skeivt fyri, skal verða sagt kommunuskrivstovuni, tlf. 472727 frá í seinasta lagi mánadagin 23. mars 2026.

Mint verður á, at valkortið eigur at verða við, tá møtt verður á valstaðnum.

 

Sjóvar kommuna

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
04. sep 2026
FM á langteini í súkkling í morgin, 5. sep.
03. sep 2026
Jamilla Collins í Smiðjuni í Lítluvík
31. aug 2026
Eigur tú eldri myndir av eldsløkking?
28. aug 2026
Fíggjar­nevndarfundur 21.08.2026
28. aug 2026
Kommunustýrisfundur 27.08.2026
27. aug 2026
Kommunustýrisfundur 27. august
21. aug 2026
Diabetes 2 kanningar á Strondum 3. september
18. aug 2026
Stranda musikk­skúli

Send boð til Sjóvar kommunu