Tíðindi

19. des 2025

Nýtt vinnuøki Innan Glyvur

Sjóvar kommuna selur nú vinnustykki á nýggjum vinnuøki í Urðum fyri Innan Glyvur.

Vinnuøkið, sum er oman fyri sunnara býlingin Innan Glyvur, liggur væl fyri í samband við Eysturoyartunnulin, bert góðar tveir kilometrar norðanfyri tunnilsmunnan.

Vinnuøkið er vælegnað til eina fjølbroytta vinnu og er ætlað vinnu í umhvørvisflokki 1-3. Ásetingarnar fyri vinnuøkið eru tær, sum eru galdandi fyri Øki C í byggisamtyktini fyri Sjóvar kommunu. Kommunan er tó sinnað at tillaga ásetingarnar til nýtt møguligt virksemi.

Faldari - Vinnuøki Innan Glyvur

Faldarin vísur ætlanirnar hjá Sjóvar kommunu við økinum. Vinnustykkini eru ikki matrikullerað, men verða tað so hvørt, tey verða seld. Áhugaði kunnu við umsókn vísa á ynskta stødd av vinnustykki.

Sjóvar kommuna vil fegin hoyra frá vinnuligum aktørum, bæði verandi og nýggjum, um áhugi er fyri at byrja virksemi á nýggja vinnuøkinum.

Áhugaði kunnu venda sær til Sjóvar kommunu á tlf. 472727 ella á teldupost sjk@sjovar.fo.

Vit gleða okkum at hoyra frá tykkum.

 

Sjóvar kommuna

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
09. okt 2026
Loppu­marknaður og kaffisølu á Café Bellu
08. okt 2026
Stranda kvøldskúli nýggja heimasíðu
07. okt 2026
90 ára føðingardagur
07. okt 2026
Konfimantar í Skála kirkju sunnudagin 11. oktobur kl 11.
06. okt 2026
Avtalan um barna- og ungdóms­tannrøkt endur­nýggjað
06. okt 2026
Støkk-inn koppseting á Strondum
06. okt 2026
Varaleiðari til Lítlafløtt
06. okt 2026
Bárður á Lakjuni á Strondum 

Send boð til Sjóvar kommunu