Tíðindi
Fundur í Mentanar- og Frítíðarnevndini 17.11.2025
Møtt: Drós Ellingsgaard, Artur Johansen og Jóhan H. Funn
Umframt: Hans Anders Jacobsen
Skrivari: Bárður Danielsen
Klokkan: 17:00 – 18:45
Viðmerkingar: Varalimur (Artur) luttók á fundinum fyri Sandru L. Østerø, sum ikki fekk møtt.
Málslýsing: Stranda Kvøldskúli
Stranda kvøldskúli royndi eina talgilda tilmeldingarskipan til kvøldskúlan í vetur. Royndirnar vóru góðar, og ætlanin er at seta pening av til eina orduliga tilmeldingarskipan á fíggjarætlanini fyri 2026.
Tosað hevur eisini verið um at gera onnur átøk við kvøldskúlan, soleiðis at Stranda kvøldskúli lyftur seg upp á eitt hægri stig, og umstøðurnar hjá brúkarum og undirvísarum gerast betri.
Átøk vit hava tosað um:
- Gera leiðreglur fyri kvøldskúlan
- Betra um kvøldskúlaframsýningina
- Betri hølisviðurskiftini
- Tilmeldingarskipan
Avgerð: Nevndin ynskir at leiðreglur verða gjørdar fyri Stranda kvøldskúla. Umsitingin fyrireikar uppskot til leiðreglur til næsta fund.