Tíðindi

19. nov 2025

Landsliðið vitjað Stranda skúla


Í dag hevur A-landsliðið hjá hondbóltskvinnunum vitjað okkum í Stranda skúla. Tær greiddu frá, hvørjar tær eru, og hvar tær spæla og svaraðu eisini spurningum frá næmingunum. Skúlastjórin ynskti teimum góða eydnu í kappingini í Trier og lovaði, at vit í Stranda skúla nokk skuldu heppa væl og virðiliga uppá tær. Áðrenn kvinnurnar fóru avstað aftur, kundu næmingarnir fáa autograf frá teimum øllum. Vit takka fyri vitjanina og ynskja teimum alt tað besta á komandi ferðini og góða eydnu í HM-endaspælinum.

Fleiri myndir eru at síggja á heimasíðuni hjá skúlanum: 
https://strandaskuli.fo/news/529/hondboltslandslidid-hja-kvinnum-vitjar

 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
18. nov 2025
Jólatræið á Strondum verður tendrað
19. nov 2025
Føroya Politi venjingar á Selatrað
19. nov 2025
Landsliðið vitjað Stranda skúla
19. nov 2025
Ungdómsguds­tænasta 22. nov.
19. nov 2025
Eldraguds­tænasta 20. nov.
18. nov 2025
Bókaframløga við Tobba, Høgna og Ragnar í Stranda Bio
17. nov 2025
Streymslit til Kolbeinagjógv, Morskranes og Selatrað
15. nov 2025
Marknaðardagur í bygdahúsinum á Strondum

Send boð til Sjóvar kommunu