Tíðindi

10. nov 2025

Strandagentur eru best

Sara Benjaminsen ársins ungi leikari hjá kvinnum í 2025, og Sólja Ernstdóttir ársins leikari.

Á tiltakinum "Ársins Leikari", sum FM1 og Portalurin skipaðu fyri um vikuskiftið, varð Sara Benjaminsen kosin ársins ungi leikari hjá kvinnum hetta kappingarárið.

Sara hevur sanniliga havt eitt framúr kappingarár.
Tilsamans er er hon skrásett fyri 107 mál í øllum dystum hon hevur leikt, hetta íroknað U17 landsliðið. Hon hevði avgerandi leiklut tá G16 hjá Skála ÍF ognaðu sær steypið í steypakappingini, har hon eisini var dagsins leikari, og hevur eisini gjørt vart við seg í Betri deildini hjá kvinnum í ár.

Ársins leikari bleiv Sólja Ernstsdóttir. Sólja, sum hevur slitið sínar barnagaggur hjá Skála íF, spælir í løtuni við Kí, har hon rættiliga hevur gjørt vart við seg.

Sjóvar kommuna ynskir tykkum hjartaliga til lukku við heitunum.

 

 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
07. aug 2026
Opið hús í tunlinum sunnudagin 9. august
05. aug 2026
Nýggjur útróðrarbátur til Strendur
03. aug 2026
Søkt verður eftir námsfrøðiligum stuðli til Stranda skúla
03. aug 2026
Vaskifólk til skúlan
24. jul 2026
Broytingar í ruskinn­savning­ini á ólavsøku
17. jul 2026
Stongt vegna summarfrí
15. jul 2026
Íbúðir í Dávagerði reistar
15. jul 2026
Tveir 90 ára føðingardagar

Send boð til Sjóvar kommunu