Tíðindi

07. nov 2025

Varðveitingarmiðstøð Innan Glyvur


Skjøtul verður nú settur á bygging av nýggjari varðveitingarmiðstøð hjá Tjóðsavninum Innan Glyvur. 

Landsverk og Sjóvar kommuna hava skrivað undir treytað skeyti um at landið keypir 8.000 m2 við forkeypsrætti til aðrar 3.000 m2 í útstykking hjá Sjóvar kommunu á matr. nr. 393u Innan Glyvur. Skeytið er treytað av, at Umhvørvisstovan gevur loyvi til at økið verður frábýtt.

Varðveitingarmiðstøðin skal fyrst og fremst hýsa goymslum hjá Tjóðsavninum, men rúm verður eisini fyri at víðka virksemið til at kunna hýsa øðrum goymslum, eitt nú listagoymsluni hjá Listasavni Føroya.

Eg eri takksamur fyri, at Sjóvar kommuna hevur víst beinasemi og selt landinum grundøki, so gongd kann verða sett á arbeiðið at byggja Tjóðsavninum nýggja goymslu. Staðsetingin Innan Glyvur er góð, tí økið er slætt og liggur ferðsluliga væl fyri, sigur Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í almanna- og mentamálum.
Tað var í 2024, at blámusoppur varð staðfestur í goymsluni hjá Tjóðsavninum í Brekkutúni í Hoyvík, og tá varð mett, at tað var skynsamari at byggja nýggjan goymslubygning til endamálið, heldur enn at umvæla goymsluna í Brekkutúni.

Í nýggju varðveitingarmiðstøðini hjá Tjóðsavninum Innan Glyvur verða grundgoymslur, fornfrøðiligar goymslur, náttúrufrøðiligar goymslur, umframt ymsar smærri sergoymslur, eitt nú til myndir og klæðir. Goymslurnar verða býttar upp í sonur við ymiskum luftvætustigi. Harumframt verða móttøkurúm, sóttarhaldsrúm, verkstovurúm, kølirúm, frystirúm, hitarúm og vátrúm, so talan verður um eina framkomna varðvetingarmiðstøð fyri náttúru- og mentanarsøguligar goymslur hjá landinum.

Á myndini frá vinstru: Bjarni Seyer Heinesen, byggifrøðingur á Landsverki, Marjun Thomassen, stjóri á Landsverki, Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í almanna- og mentamálum,  Hans Anders Jacobsen, borgarstjóri í Sjóvar kommunu og Herleif Hammer, stjóri á Tjóðsavninum, sum vóru innan Glyvur og hugdu at grundøkinum, har varðveitingarmiðstøðin hjá Tjóðsavninum verður bygd.

kelda: www.ammr.fo

 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
19. mai 2026
Rottangatøming á Selatrað
17. mai 2026
Várkonsertir í Stranda Musikkskúla
16. mai 2026
Kom-út-vikan í Sjóvar kommunu 25.-31. mai
16. mai 2026
Myndasavn: Ruddingardagur 16. mai 2026
15. mai 2026
Loppu­marknaður, kaffisøla og lutaseðlar
15. mai 2026
Einfaldari at avgreiða byggimál og endurskoða fígging av eldraøkinum
15. mai 2026
10,91% meira í skatta­inntøku enn í fjør
13. mai 2026
Bøgarðar og hegn skulu vera í seyðahøgum standi

Send boð til Sjóvar kommunu