Tíðindi

26. sep 2025

Kommunustýrisfundur 25.09.2025

 
Kommunustýrisfundur 25.09.2025
Møtt: Hans Anders Jacobsen, Artur Johansen, Sonni Johansen, Noomi K. Rasmussen, Sandra L. Østerø,
Drós Ellingsgaard og Jóhan H. Funn
 
Skrivari: Anna E. Joensen
Klokkan: 17:00-17:55

Mál nr.: 540-5-2025, keyp av arbeiðsbili
Reist av: Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Tørvur er á nýggjum arbeiðs/kavabili. Vit hava fingið prís uppá tríggjar bilar. T&B nevndin mælir til at fylgja tilmælinum frá tekniska leiðaranum.  Mælt verður til at keypa plógv til bilin. Fíggjarnevndin mælir til at taka av tilmælinum frá T&B. Peningur er tøkur á RS-691. Lagt fyri kommunustýri.

Avgerð:
Samtykt at fylgja tilmælinum frá fíggjarnevndini og T&B. Peningur er tøkur á RS-691.

Hans Anders luttók ikki í viðgerðini av máli nr. 540-4-2025 

Mál nr.: 540-4-2025, Heilsumiðstøðin, reinsa og mála takið
Reist av: Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Tvey tilboð eru komin inn. T&B nevndin mælir til at taka av lægra tilboðnum. Neyðugt verður við eykajáttan. Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá T&B. Peningur er tøkur á RS-220. Lagt fyri kommunustýrið.

Avgerð: Samtykt at taka av lægra tilboðnum. Peningur er tøkur á RS-220.
 

Hans Anders luttók ikki í viðgerðini av máli nr. 542-6-2024

Mál nr.: 542-6-2024, mála skúlan
Reist av: Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Biðið er um tilboð at mála nýggja klædningin, úthangi og eystaru síðu á skúlanum.Tvey tilboð eru komin inn. T&B mælir til at taka av øðrum tilboðnum. Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá T&B. Peningur er tøkur á RS-413. Lagt fyri kommunustýri.

Avgerð: Samtykt at taka av lægra tilboðnum. Peningur er tøkur á RS-413. 

Mál nr.: 546-1-2025, havnalagið á Hulki
Reist av: Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Útbygging av atløgubryggju og havnaøkinum á Hulki. Tilboð er komi at binda báðar keiirnar saman. Vinnunevndin mælir til, at arbeiðið fer í gongd og biður fíggjarnevndina koma við uppskoti um fíggingarleist at leggja fyri kommunustýri. Fíggjarnevndin mælir til at seta 5,5 mió kr. av í 2025 á RS-751 – regulerast av RS-665 Vinnuøkir. Restin av íløguni verður avsett í samband við fíggjarætlanina fyri 2026. Lagt fyri kommunustýrið.

Avgerð: Fyrsta viðgerð. Samtykt, við seks atkvøðum fyri og einari ímóti, at fylgja tilmælinum frá fíggjarnevndini. Tey, sum atkvøddu fyri, eru: Hans Anders Jacobsen, Sandra Østerø, Sonni Johansen, Jóhan Funn, Drós Ellingsgaard og Artur Johansen. Atkvøða ímóti: Noomi Rasmussen. Onnur viðgerð verður á næsta kommunustýrisfundi.
 

Mál nr.: 546-4-2025, bryggjan á Hulki
Reist av: Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Í fíggjarætlanini fyri 2025, blivu kr. 600.000 settar av til at seta Zink-anodur á nýggju bryggjuna á Hulki. Tilboð fyri zink-anodur v/montering fyriliggur. Vinnunevndin mælir til at taka av tilboðnum. Lagt fyri fíggjarnevnd. Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Vinnunevndin. Peningur er tøkur á RS-751. Lagt fyri kommunustýri.

Avgerð: Samtykt at seta arbeiðið í gongd. Peningur er tøkur á RS-751.

Mál nr.: 211-3-2025, eykajáttanir 2025
Reist av: Sjóvar kommunu  
Málslýsing:
RS-412 Skúlin rakstur kr. 400.000 – umvæling av skúlastovum o.a.
RS-130 Kommunuskrivstovan rakstur kr. 140.000 – lønir, forrit til staðarnøvn, gravir o.a.
RS-710 Renovatión rakstur kr. 60.000 – bingjuplássið
RS-220 Heilsumiðstøðin kr. 400.000 – klárgering av hølum til ein lækna afturat.
RS-410 Skúlin felags kr. 100.000 – flutningur og skúlagjald aðrir skúlar

Fíggjast við tøkum peningi.

RS-413 Skúlin íl. Kr. 400.000 flyta játtan frá 2024 til 2025

RS-611 Umsiting av ognum íl. - Kr. 400.000 regulerast av hesi konto.

Fíggjarnevndin tekur undir broytingunum. Lagt fyri kommunustýri

Avgerð:  Onnur viðgerð. Samtykt.
 

Mál nr.: 211-2-2025, fíggjarætlan 2026
Reist av: Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Uppskot at leggja fyri kommunustýrið áðrenn 1. oktober. Fíggjarnevndin hevur gjørt uppskot at leggja fyri kommunustýrið at arbeiða við.

Avgerð:  Samtykt at taka undir við uppskotinum frá fíggjarleiðaranum.

 
 
 
 
 
 

 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
09. okt 2025
Tilmelding til Stranda kvøldskúla
16. okt 2025
Hugnakvøld í bygdahúsinum
16. okt 2025
Vallistar til kirkju­ráð­svalið 4. nov.
15. okt 2025
Kommunal- og regional- valget i Danmark tirsdag den 18. november 2025
15. okt 2025
Svimjuhylu­rin stongdur í heyst­frítíðini
15. okt 2025
Partur av Fløtuvegi á Strondum stongdur
14. okt 2025
Christmas Child
14. okt 2025
Næsti kommunustýrisfundur framskundaður

Send boð til Sjóvar kommunu