Tíðindi

Kirkjuráðsval 4. nov.
Valrættur og valbæri
Valrætt á kirkjuráðsvali hevur hvør tann, sum er kirkjufólk og:
- er fyltur 18 ár í seinasta lagi valdagin
- stendur á vallistanum í avvarðandi kirkjusókn í seinasta lagi seinasta týsdag í oktober.
- Kirkjufólk, sum ikki hevur ríkisborgararætt í landinum, men sum annars lýkur omanfyri nevndu treytir, kemur á vallista tá viðkomandi hevur búð í Føroyum í eitt ár.
Tá valevnislistarnir eru góðkendir og í seinasta lagi tvær vikur undan valinum, fáa teir veljarar, sum eru førdir á vallist í kirkjusóknini, valkort við postinum.
Tey, sum meta, at tey áttu at havt fingið valkort, eins og tey, ið halda seg hava fingið valkort av órøttum ella við skeivum upplýsingum, skulu gera vart við seg hjá valstýrinum í kirkjusóknini.
Valstýrið kann rætta í vallistanum fram til og við valdagin.
Atkvøðugreiðsla við brævi:
Sjófólk og onnur, sum ikki eru heima valdagin, kunnu atkvøða við brævi í fyrsta lagi 5 vikur undan valdegnum -
t.e. 30 september.
Veljari, sum er í landinum, kann í fyrsta lagi atkvøða við brævi eina viku undan valinum - t.e. 28. oktober.
Atkvøðugreiðsla við brævi kann í seinast lagi fara fram dagin fyri valdagin, og atkvøðuseðilin skal vera komin fram til valstaðið, áðrenn atkvøðugreiðslan byrjar.
Lýst verður á heimasíðuni hjá kommununi tá vallistarnir eru komnir, og tá atkvøðast kann við brævi.