Tíðindi

09. sep 2025

Kommunustýrisfundur 28. august 2025

 
Kommunustýrisfundur  28.08.2025
 
Møtt: Hans Anders Jacobsen, Sonni Johansen, Noomi K. Rasmussen, Jóhan H. Funn, Sandra L. Østerø
og Drós Ellingsgaard
 

Skrivari: Anna E. Joensen
Klokkan: 17:00-17:50

Mál nr.: 211-3-2025, eykajáttanir 2025
Reist av: Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Fyrsta viðgerð. 
RS-412, skúlin, rakstur, tkr. 400 – umvæling av skúlastovum o.a.
RS-130, kommunuskrivstovan, rakstur, tkr. 140 – lønir, forrit til staðarnøvn, gravir o.a.
RS-170, renovatión, rakstur, tkr. 60 – bingjuplássið
Kann fíggjast av tøkum peningi.

Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum. Lagt fyri kommunustýrið.

Avgerð: Samtykt. Onnur viðgerð verður 25.09.2025

Mál nr.: 541-8-2025, keypa jørð til útbygging av Sjóvarlon
Reist av: Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Í samband við útbygging av Sjóvarlon verður neyðugt hjá kommununi at ogna sær uml. 760 fermetrar av matr. nr. 767a. Kommunustýrið má tí samtykkja at farið verður undir ognartøku av økinum.
Avgerð: Samtykt at fara undir ognartøku av parti av matr. nr. 767a í Dávagerði. Ognartikna økið skal brúkast til útbygging av Sjóvarlon.

Mál nr.: 541-7-2025, umsókn um at broyta byggisamtyktina
Reist av: Alexandur Johansen 
Málslýsing: Alexandur Johansen hevur søkt um at broyta byggisamtyktina fyri matr. nr. 344 og 325 til frítíðarhús/summarhúsøki/neystaøki

Tøkni- og býarskipanarnevndin mælir frá at ganga umsóknini á møti. Lagt fyri kommunustýrið.

Avgerð: Samtykt at fylgja tilmælinum frá Tøkni- og býarskipanarnevndini um ikki at ganga umsóknini á møti. Fýra atkvøður fyri at fylgja tilmælinum: Hans Anders, Sandra, Sonni og Jóhan. Tvær atkvøður ímóti at fylgja tilmælinum: Noomi og Drós.

Mál nr.: 541-5-2025, nýggj útstykking við Nónvarða
Reist av: Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Nýggj útstykking skal gerast við Nónvarða. Tøkni- og býarskipanarnevndin mælir til at góðkenna tekningarnar við smávegis broytingum. Nevndin mælir til, at grundstykkini 10 og 11 verða løgd saman, og, at byggisamtyktin fyri hesi bæði stykkini verður broytt til íbúðarbygging. Lagt fyri kommunustýrið.

Avgerð: Samtykt at góðkenna tekningarnar av nýggju útstykkingini við Nónvarða. Samtykt at stykkini 10 og 11 verða løgd saman, og at byggisamtyktin fyri hesi verður broytt til íbúðarbygging. 

Mál nr.: 541-6-2021, busssteðgistað í Strandatúni
Reist av: Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Avbjóðing er við bussteðgistaðnum og avseting av skúlabørnum og ferðandi á økinum. Tøkni- og býarskipanarnevndin mælir til at mála vegin á ovaru síðu frá gøtuni niðan til skúlan, suður til Standatún 8.
Nevndin mælir til, at vegurin verður einsrættaður suðureftir.
Lagt fyri kommunustýrið.

Avgerð: Samtykt at taka undir við tilmælinum frá Tøkni- býarskipanarnevndini. Ovara síða frá gøtuni til skúlan og suður til Strandatún 8 verður málað og vegurin verður einsrættaður suðureftir millum kl. 07:30 og 08:30


Mál nr. 103-1-2025 var viðgjørt fyri afturlatnum hurðum.

Mál nr.: Mál nr. 103-1-2025, varaleiði til frítíðarstovuna
Reist av: Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Vit hava lýst eftir varaleiðara, sum skal vera dagligur leiðari í frítíðarstovuni og skúlabólkinum. Ein umsókn kom til starvið. Eftir setanarsamrøðuna hevur setanarbólkurin innstillað umsøkjaran til starvið.
Avgerð: Samtykt at fylgja tilmælinum frá setanarbólkinum og bjóða umsøkjaranum starvið.
 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
09. sep 2025
Kommunustýrisfundur 28. august 2025
05. sep 2025
Námsfrøð­ingur til Lítlafløtt
05. sep 2025
Tólv nýggjar íbúðir í Dávagerði
05. sep 2025
Koyrikort til lítil prutl - Stranda kvøldskúli 2025/­2026
03. sep 2025
Súkklukapping í kvøld - FM í einkultstarti
03. sep 2025
Marknaðardagur 16. nov.
03. sep 2025
Telvingin byrjar aftur
01. sep 2025
Morgunkaffi í Missións­húsinum

Send boð til Sjóvar kommunu