Tíðindi

03. sep 2025

Súkklukapping í kvøld - FM í einkultstarti


Í kvøld, 03. sept., kl. 18.00 er FM í einkultstarti.

Teinurin, ið súkklast skal, er: Strandamáling - Effo í Skálafirði - Strandamáling

Tað eru ca. 20 súkklarar sum fara at kappast, og tað tekur umleið ein tíma frá tí tann fyrsti fer avstað kl. 18, til tann seinasti kemur á mál.

Í hesum tíðarskeiðnum fara vit at heita á øll um at vísa varsemi og taka hædd fyri súkklarunum.

Fólk standa við fleiri av vegamótunum eftir fjørðinum meðan súkklað verður.
 
Vit heita sjálvandi eisini á øll um at koma út á vegin at stuðla og heppa.

Heiðursmerkir verða handað úti á Strandamáling eftir kappingin.

TROY - triathlon- og súkklufelag

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
03. sep 2025
Súkklukapping í kvøld - FM í einkultstarti
03. sep 2025
Marknaðardagur 16. nov.
03. sep 2025
Telvingin byrjar aftur
01. sep 2025
Morgunkaffi í Missións­húsinum
28. aug 2025
Hulkavegu­rin verður breiðkaður
26. aug 2025
Stranda Musikk­skúli – skúlaárið 2025/­26
25. aug 2025
Kommunustýrisfundur 28.08.2025
21. aug 2025
Fundur í tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 19. august 2025

Send boð til Sjóvar kommunu