Tíðindi

21. aug 2025

Endurlýsing - Námsfrøðiligur ráðgevi til Lítlafløtt

Søkt verður eftir námsfrøðiligum ráðgeva til dagstovnin Lítlafløtt á Strondum at byrja 15. oktober ella eftir nærri avtalu.

Uppgávurnar hjá námsfrøðiliga ráðgevanum eru m.a.:

·       at ráðgeva starvsfólkum og foreldrum í námsfrøðiligum spurningum

·       at gera námsfrøðiligar eygleiðingar av børnunum

·       at gera menningarætlanir

·       at menna TÍTT sum amboð á stovninum

·       í samstarvi við stovnsleiðsluni at menna námsfrøðiliga tilboðið á stovninum

Arbeiðstíðin er 30 tímar um vikuna. Starvsetanin verður sambært sáttmála millum Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Føroya Pedagogfelag, og er lønt á lønarstigi 19-26.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Sigrid Olsen, virkandi dagstovnaleiðara,
á tlf. 232757.

Kunning um stovnin fært tú við at vitja heimasíðu okkara www.litliflottur.fo 

Sambært løgtingslóg um barnaváttanir §4, skal barnaváttan fyriliggja, áðrenn umsøkjari verður settur.

Umsókn, saman við viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir, skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 22. september 2025, kl. 12:00, og verður at senda til: litliflottur@sjovar.fo

Dagstovnurin Lítlifløttur
Fløtuvegur 82
490  Strendur

 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
08. des 2025
Kunning um kommunulækna­viðtalur­nar á Strondum
05. des 2025
Søguløta á bókasavninum
03. des 2025
Broyting í almennu byggisamtykt­ini §3 stk 1 punkt b
03. des 2025
Gávutræið í Kolbeinagjógv
02. des 2025
Musikk­skúlin hevur jóla­konsert
27. nov 2025
Opið Atelier undir Torvbrekku
26. nov 2025
Jólasølan hjá Barna­ringi­num
26. nov 2025
Kommunustýrisfundur 24.11.2025

Send boð til Sjóvar kommunu