Tíðindi

01. jul 2025

U21 leikararnir komnir heim við bronsuni

Sum hjørtir skjótir at renna,
ei gratt teimum skot og blak,
hart mundu teir spengur spenna
til glíming og brøkratak.

Okkara U21 hondbóltsspælarar tóku øll á bóli tá teir í heimsmeistarakappingini í Póllandi ikki gjørdu mætari enn at enda á triðja plássi, og vunnu bronsu.

Eingin hevði roknað við, at hondbóltsspælarar úr hesum lítla landi skuldu koma so langt. Teir vóru ikki ein gong kvalifiseraðir til endaspælið, men sluppu við tí New Zealand gav avboð. 

Og hvat gera teir so? Teir spæla seg simpulthen til eitt triðjapláss! 

Føroyar er minsta tjóð, sum nakrantíð hevur verið við í einum HM-endaspæli, og hesir ungu garpar hava av sonnum sett okkum á landakortið. Tað mundu vera nógv, sum undan hesi kapping ikki vistu, hvar Føroyar er, men hetta er broytt nú.

Av sonnum kann hetta kallast eitt bragd, og tað er ikki sørt, at vit eru errin av, at vit eiga tríggjar av hesum ungu monnum. Sofus, Trúgvi og Búi hava allir slitið sínar hondbóltsskógvar í St.Í.F., og væl er teimum lagt í beinini, má sigast.

Tá landsliðshópurin í gjárkvøldið kom aftur, vóru Artur Johansen, varaborgarstjóri og Drós Ellingsgaard, forkvinna í Mentanar- og frítíðarnevndini í Sjóvar kommunu á flogvøllinum og handaðu okkara dreingjum blómutyssi frá kommununi.

 

 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
19. des 2025
Nýtt vinnuøki Innan Glyvur
09. jan 2026
45 fólk fleiri enn 1. januar í fjør
08. jan 2026
Sløkkiliðsmenn verða heiðraðir
07. jan 2026
Áheitan til bilførarar
07. jan 2026
Almenn svimjing byrjar aftur
06. jan 2026
Áheitan um ruskposan
06. jan 2026
Goymið ikki fýrverk til næsta nýggjár
05. jan 2026
Starv í Stranda skúla

Send boð til Sjóvar kommunu