Tíðindi

07. jul 2025

Varaleiðari til Lítlafløtt

Umsóknarfreist er mikudagin 13. august kl. 12:00

Varaleiðarin, sum vit leita eftir, verður dagligur leiðari í frítíðarstovuni, sum hevur tvær stovur – eina við 5-6 ára gomlum børnum og eina við børnum í fyrsta og øðrum flokki.

Vit kundu hugsa okkum, at nýggi varaleiðarin kann byrja 1. oktober, men vit bíða fegin eftir tí rætta.

Vit vænta at tú:

  • hevur hug og árræði at taka lut í leiðsluni av stovninum
  • kann arbeiða sjálvstøðugt og taka ábyrgd
  • hevur góð evni at umstilla seg í einum broytiligum umhvørvi
  • við virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum, foreldrum og starvsfeløgum, hevur árræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerðandisdag

Tað er ein treyt, at varaleiðarin er útbúgvin námsfrøðingur.

Arbeiðstíðin verður 30 tímar um vikuna, og roknast kann við, at tú onkuntíð skal røkja námsfrøðiligt arbeiði á eini stovu.

Vit bjóða eitt sjálvstøðugt og áhugavert starv:

  • har tú fært møguleika at gera tína ávirkan galdandi á einum stovni har karmarnir inni og út eru sera góðir.
  • har tú saman við dugnaligum starvsfeløgum ert við til at menna tað námsfrøðiliga umhvørvi
  • har trivnaður, umsorgan, nærvera og menning eru í hásæti

Setanarviðurskifti

Starvstíðin verður 30 tímar um vikuna, og verður lønt eftir sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Pedagogfelag.

Vilt tú vita meira um starvið, er tú vælkomin at ringja til Sigrid Olsen, virkandi dagstovnaleiðara, á tlf. 232757.
Kunning um stovnin fært tú við at vitja heimasíðu okkara www.litliflottur.fo

Umsókn við avriti av prógvum og møguligum viðmælum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 13. august, kl. 12:00, og sendast til Sjóvar kommunu: sjk@sjovar.fo ella: Sjóvar kommuna, Skúlavegur 10, 490  Strendur.

 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
08. des 2025
Kunning um kommunulækna­viðtalur­nar á Strondum
05. des 2025
Søguløta á bókasavninum
03. des 2025
Broyting í almennu byggisamtykt­ini §3 stk 1 punkt b
03. des 2025
Gávutræið í Kolbeinagjógv
02. des 2025
Musikk­skúlin hevur jóla­konsert
27. nov 2025
Opið Atelier undir Torvbrekku
26. nov 2025
Jólasølan hjá Barna­ringi­num
26. nov 2025
Kommunustýrisfundur 24.11.2025

Send boð til Sjóvar kommunu