Tíðindi

Námsfrøðingar til Lítlafløtt
Søkt verður eftir:
- trimum námsfrøðingum í 30-40 tímar um vikuna, at byrja 4. august 2025 ella eftir nærri avtalu.
- einum námsfrøðingi í barsilsfarloyvisstarv í eitt ár frá 4. august 2025.
- trimum sjúkra- og feriuavloysarum, at starvast 30 tímar um vikuna. Leiðslan leggur arbeiðsætlan.
Námsfrøðilesandi, sum fáa prógv í summar eru vælkomin at søkja.
Um námsfrøðingar ikki søkja, kann hjálparfólk verða sett tíðaravmarkað.
Á Lítlafløtti fært tú eitt spennandi, mennandi og fjøllbroytt starv saman við góðum starvsfelagum. Sum námsfrøðilig tiltøk hava vit TRAS, Betri vinir og TÍTT.
Vit ynskja
- at tú hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag, við virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum
- at tú kanst taka ábyrgd og virka í góðum samstarvi við starvsfelagar og foreldur
- at tú ert nærverandi, kreativ/ur og at tær dámar væl at vera úti
- at tú sært møguleikar og avbjóðingar, sum eru í nærumhvørvinum
- at tú verður við til at mynda og menna okkara námsfrøðiliga umhvørvi
- at tú skilur og tosar føroyskt
Vit bjóða
- eitt sjálvstøðugt og áhugavert starv, har tú fært møguleika at gera tína ávirkan galdandi - eitt starv, har tú saman við dugnaligum starvsfeløgum ert við til at menna tað námsfrøðisliga umhvørvi
- eitt starv, har trivnaður, umsorgan, nærvera og menning eru í hásæti
Setanarviðurskifti
Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Sambært barnaváttanarlógini §4, skal barnaváttan fyriliggja, áðrenn umsøkjari verður settur.
Meira fæst at vita um størvini við at tosa við Sigrid Olsen, varaleiðara, á tlf. 232757
Kunning um stovnin fært tú við at vitja heimasíðu okkara www.litliflottur.fo
Umsókn við avriti av prógvum og møguligum viðmælum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 5. juni 2025, kl. 12:00 og sendast til: litliflottur@sjovar.fo
Dagstovnurin Lítlifløttur
Fløtuvegur 82
490 Strendur