Tíðindi

22. mai 2025

Skøra skal burturbeinast – uttan mold


Nú er tíðin komin, at borgarar og kommunur aftur fara undir at týna skøruna. IRF heitir á kommunur um, at minna borgarar og felagskapir á, hvussu skøran skal burturbeinast.

Skøra skal latast til IRF til brenningar
Av tí at skøra er ein innræsin planta, sum breiðir seg skjótt og lætt, skal hon latast til IRF til brenningar sambært nærri avtalu við IRF.

Moldin má bustast væl av rótini
Tað er umráðandi, at moldin verður bustað væl av rótini, tá ið skøran verður tikin upp við rót. Orsøkin er, at moldin køvir eldin í ovninum hjá IRF. Tí heitir IRF á øll um at syrgja fyri, at so lítið av mold sum gjørligt fylgir við skøruni, tá ið hon verður burturbeind.

Hevur tú spurningar ella ert tú í iva, ring til IRF á tel. 41 42 43.

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
15. mai 2025
Skráin fyri Kom-Út-Vikuna 17.-25. mai 2025
22. mai 2025
Námsfrøð­ingar til Lítlafløtt
22. mai 2025
Fundur í tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 20.05.2025
22. mai 2025
Eingin lækni í viku 21 og 22
22. mai 2025
Skøra skal burturbein­ast – uttan mold
21. mai 2025
Byggisamtyktin broytt á Selatrað
19. mai 2025
Byggisamtykin broytt á Hulki á Strondum
19. mai 2025
Rættargøta stongd fyrrapartin

Send boð til Sjóvar kommunu