Tíðindi

19. mai 2025

Byggisamtykin broytt á Hulki á Strondum

Umhvørvismálaráðið hevur nú góðkend broytingina í byggisamtyktini fyri Hulk á Strondum, sum kommunustýrið samtykti 26. august 2024. 

Broytingin er fyri part av matrikkul 367a á havnalagnum á Hulki. Hetta økið eitur nú D3. (sí kortið)

Hesar ásetingarnar eru fyri økið 

§ 5 Ásetingar fyri øki D: Havnaøki

Øki D3

a)   Øki verður lagt av til goymslutangar við harat tengdum bunkringarbúnaði og rakstrarbygningum v.m

b)   Útstykking kann bert fara fram eftir góðkendari ætlan fyri alt økið

c)    Hægst loyvda byggistig er 0,8

d)   Hægst loyvda nýslustig verður víst til byggistig og hæddarásetingar.

e)    Marknafrástøða verður at avráða við byggimynduleikan.

f)    Eingin partur av byggingini má stinga hægri enn 20m upp um næst atliggjandi kaikant roknaður at liggja í kotu 2.0

 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
14. jul 2025
Milly givin eftir 38 ár í starvi
07. jul 2025
Varaleiðari til Lítlafløtt
04. jul 2025
Námsfrøði­ligur ráðgevi til Lítlafløtt
01. jul 2025
U21 leikarar­nir komnir heim við bronsuni
30. jun 2025
Kommunulækna­viðtalan opin aftur sum vanligt
30. jun 2025
Kommunustýrisfundur 19. juni 2025
28. jun 2025
Størsta skip nakrantíð í Sjóvar havn
27. jun 2025
Útihondbóltskapping á vøllinum við bygdahúsið

Send boð til Sjóvar kommunu