Tíðindi

30. jun 2025

Kommunustýrisfundur 19. juni 2025

 
Kommunustýrisfundur  19.06.2025, kl. 17:00

Møtt: Hans Anders Jacobsen, Artur Johansen, Sonni Johansen, Noomi K. Rasmussen, Jóhan H. Funn, 
Sandra L. Østerø og Drós Ellingsgaard
 
Skrivari: Anna E. Joensen

Áðrenn fundurin byrjaði bað borgarstjórin um at fáa mál nr. 541-21-2019, Dávagerði II, á skránna.
Samtykt.

Mál nr.:  321-1-2024, net til sparkivøllin í skúlanum 
Reist av: Næmingaráðnum í Stranda skúla 
Málslýsing: Umsókn um net til sparkivøllin.
Kommunustýrið samtykti 16.12.2024 at taka av tilboðið frá Mest at gera girðing um sparkivøllin í skúlagarðinum.

Í tilboðnum frá Mest var øll konstruktiónin til girðingina nýggj, ímeðan sjálvt hegnið var gamalt (tað sum stóð við gamla hondbóltsvøllin á Strondum).

Tað vísur seg tó nú, at loysnin við gomlum hegni verður avbjóðandi og ikki nóg góð, og tí er nýtt tilboð innheintað, har hegni eisini inngongur í tilboðnum.

Mentanar- og frítíðarnevndin mælir til at taka av nýggja tilboðnum. Lagt fyri Fíggjarnevnd.

Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Mentanar- og frítíðarnevndini. Meirkostnaðurin kann bókast á RS-413, íløga. Lagt fyri kommunustýri.

Avgerð: Samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini. Meirkostnaðurin verður bókaður á RS-413.

 

Mál nr.: 546-1-2019, vinnuøki og bryggja á Hulki
Reist av: Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Loyvið er givið til at vippa grót á sjógv.

V&H mælir til at grótið sum liggur á Hulki og í grótbrotinum verður lagt út á sjógv, og at tryggja tað sum er, og verður lagt.

V&H nevndin mælir til at játta 500 tkr. til hetta arbeiðið.

Mettur kostnaður at leggja grótið út á sjógv, og at tryggja økið, er uml. kr. 500.000. Fíggjarnevndin mælir til at taka peningin av RS-611, grønar orkuloysnir.

Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá V&H at játtað 500 tkr. á RS-751. Lagt fyri kommunustýri.

Avgerð: Samtykt at fylgja tilmælinum frá fíggjarnevndini. Peningurin verður fluttur av RS-611, grønar orkuloysnir.
 

Mál nr.: 542-9-2025: Umsókn um frávik í byggisamtyktini
Reist av: Tummas Johannesen 
Málslýsing: Tummas Johannesen hevur søkt um eitt frávik í byggisamtyktini. Umsóknin hevur verið til viðgerðar hjá Jákup Paula Johannesen arkitekti. Tøkni- og býarskipanarnevndin mælir til at fylgja tilmælinum frá ráðgeva og játta umsóknini um frávik. Lagt fyri kommunustýrið. 
 
Avgerð: Samtykt at fylgja tilmælinum frá Tøkni- og býarskipanarnevndini og geva frávik í byggisamtyktini.

Mál nr.: Grótbrotið vestanfyri (ikki mál) 
Reist av: Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Grótbrotið fyllist meira og meira.

Avbjóðingin nú er, at alt ov nógv mold er inni, og fjalir grótið sum liggur har.

Hvat skulu vit gera við grótið, so tað ikki verður dekka av moldini, og fer harvið til ‘spillis’? V&H nevndin mælir til at grótið verður koyrt inn á Hulk og at játtaðar verða 500 tkr. til at koyra gótið inn á Hulk. Lagt fyri fíggjarnevndina.

Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá V&H at játtað 500 tkr. á RS-751. Nevndin mælir til at taka peningin av RS-611, grønar orkuloysnir. Lagt fyri kommunustýri.

Avgerð: Samtykt at taka undir við fíggjarnevndini og játta kr. 500 túsund á RS-751. Peningurin verður tikin av RS-611, grønar orkuloysnir.
 

Mál nr.: 541-21-2019, íbúðarbygging í Dávagerði II
Reist av: Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Dávagerði II, selja lendi til íbúðarbygging.
Avgerð: Samtykt at selja HVT matr. nr. 613a fyri kr. 250/fermeturin.
 
 
 
 
 
 

 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
09. okt 2025
Tilmelding til Stranda kvøldskúla
15. okt 2025
Kommunal- og regional- valget i Danmark tirsdag den 18. november 2025
15. okt 2025
Svimjuhylu­rin stongdur í heyst­frítíðini
15. okt 2025
Partur av Fløtuvegi á Strondum stongdur
14. okt 2025
Christmas Child
14. okt 2025
Næsti kommunustýrisfundur framskundaður
13. okt 2025
Eydnuhjól og vørutombola
13. okt 2025
Fyrstu íbúðirnar við Hálsatjørn reistar

Send boð til Sjóvar kommunu