Tíðindi

06. mai 2025

Kveikingar-tiltak um epla- og grønmetisveltur

Hóskvøldið 8. mai kl. 18.30 verður skipað fyri einum kveikingar-tiltakið um epla- og grønmetisveltur í bygdahúsinum á Strondum.

Tiltakið er ein liður í átakinum, har Sjóvar kommuna bjóðar borgarum sínum møguleikan at velta eitt leiga lendi, sí meir um tað her.

Á tiltakinum luttaka Gunnar Bjarnason, landbúnaðarfrøðingur, Liljan Clementsen, og Eva Andersen.

Gunnar og Liljan hava drúgvar royndir frá Veltuni og Grøna Háskúlanum á Sandi, og Eva hevur við urtagarði sínum gjørt sær líknandi royndir við veltum og vøkstri av ymiskum slag.

Tey koma at greiða frá ymiskum við epla- og grønmetisveltum, heilt frá hvussu ein í smáum byrjar at velta, til meira alternativar loysnir og møguleikar við veltum.

Ein kaffimuður verður eisini at fáa, og møguleiki verður at seta spurningar.

Tað ber til at skriva seg upp til leigulendi til tiltakið. Tað ber eisini til at tilmelda seg á hesi leinkju, ella við at ringja á telefon 232725. Seinasta freist at skriva seg upp til leigulendi er sunnudagin 11. mai.

Hetta kveikingar-tiltak er ikki bert ætlað teimum sum leiga eitt øki, men øllum áhugaðum í veltu av ymiskum slag.

Vónandi møta fólk fjølment.

 

Sjóvar kommuna

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
16. jun 2026
Eldraráðið økisfund í bygdahúsi­num á Strondum
16. jun 2026
HG-Fisk á Torginum í Heygsstøð
12. jun 2026
Kommunustýrisfundur 18. juni
11. jun 2026
Framløga um grønmetis­velting og stovnandi aðalfundur
10. jun 2026
Søkt verður eftir vaskifólki
09. jun 2026
Skrúvað verður fyri vatninum - frá Bøgøtu til Gjarðanes
07. jun 2026
Framløga av ættarriti - í bygdahúsi­num 9. juni
05. jun 2026
Uttandura hondbóltskapping 20. og 21. juni

Send boð til Sjóvar kommunu