Tíðindi

29. apr 2025

Staðarnøvn á Selatrað

Í fýra ár hava teir trýggir, Símun Mittún, Max C. Weihe og Kári Jacobsen fingist við at skráseta staðarnøvn á almenna kortið hjá Sjóvar kommunu.
Andreas Weihe á Selatrað (1867-1946), sum bæði var bóndi, politikari og rithøvundur - hevur í bókini Tjóðminni skrivað upp yvir 500 staðarnøvn á Selatrað. Tað eru mest hesi nøvnini teir trýggir hava siti við og skrásett, tikið myndir og lagt søgur afturat. Eisini hava teir skrásett ymist nýggjari.


Teir vóru til ein kaffifund á kommunuskrivstovuni í gjár fyri formliga at avhenda arbeiðið til kommununa. Hans Anders Jacobsen handaði teimum hvør sína gávukurv sum tøkk fyri stríðið.


Vit fegnast stórliga yvir, at fólk sjálvboðin taka stig til at skráseta nøvn, søgur og sagnir í okkara kommunu, so hetta kann verða varðveitt.


Staðarnøvnini síggjast á sjovar.kort.fo – set flugubein í staðarnøvn og suma inn. Við at trýsta á reyðu punktini við hvørt staðarnavn, ber til at síggja áhugaverdar frágreiðingar og møguligar myndir í ”vedhæftede filer”

Kommunan fer seinni í summar at skipa fyri einum túri á Selatrað, har teir fara at greiða frá.

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
10. jul 2026
Avbrot á fipursambandi­num á Strondum
09. jul 2026
Tvey umboð í Sjóvar kommunu til EM fyri unglinga-landslið í dart
07. jul 2026
Strandingu­rin Pauli Rasmussen millum fimm teir mest spennandi at fylgja í U20 EM
01. jul 2026
Vaskifólk til skúlan
26. jun 2026
Rynkeby á vitjan í Sjóvar kommunu
25. jun 2026
Vatnið er nú reint aftur
24. jun 2026
Team Rynkeby vitjar á Strondum
23. jun 2026
Søkt verður eftir vaskifólki

Send boð til Sjóvar kommunu