Tíðindi

28. apr 2025

Kunngerð um broyting í byggisamtykt

Sambært løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954, um býarskipanir og byggisamtyktir, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 31 frá 17. mars 2022, verður við hesum gjørt kunnugt, at uppskot til broyting í byggisamtykt fyri Sjóvar kommunu verður lagt fram til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni frá týsdegnum 29. apríl 2025 til mikudagin 21. mai 2025.

Broyting í byggisamtykt fyri Sjóvar kommunu:

Partur av matr. nr. 767a, sum víst á hjálagda korti, verður broyttur frá B3-øki (íbúðarbygging) til E-øki (Almenn endamál).

Broytta økið verður at brúka til útbygging av eldrasambýlinum Sjóvarlon.

Møguligar viðmerkingar ella mótmæli, sum skulu vera skrivlig, verða at senda til:

Sjóvar kommunu
Skúlavegur 10
490  Strendur

ella: sjk@sjovar.fo í seinasta lagi 11. juni 2025

 

 

 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
04. sep 2026
FM á langteini í súkkling í morgin, 5. sep.
03. sep 2026
Jamilla Collins í Smiðjuni í Lítluvík
31. aug 2026
Eigur tú eldri myndir av eldsløkking?
27. aug 2026
Kommunustýrisfundur 27. august
21. aug 2026
Diabetes 2 kanningar á Strondum 3. september
18. aug 2026
Stranda musikk­skúli
18. aug 2026
St.Í.F. aðalfund 31. august
14. aug 2026
Nýggja skipanin "kyss og koyr" riggar væl

Send boð til Sjóvar kommunu