Tíðindi

28. apr 2025

Kvinnucafé í Café Bella 4. mai, kl 15:00


Kom við til eitt spennandi og kveikjandi tiltak um seyming í hugnaligu Café Bella hjá Sjóvar forminnafelag á Strondum

Malena Thomsen bjóðar vælkomin
Kára Rasmussen greiður frá hennara lívsleið á seymiøkinum
Diana Jacobsen kemur at fortelja um handilslívið
Maibritt Kechtan, Kirstin Olsen og Bodil Simonsen koma at syngja nøkur løg fyri okkum
Eisini bjóða vit til lættari ábit

Atgongumerkið til tiltakið kostar 130 kr.
Við atgongumerkinum ert tú við í lutakastinum um nógvar góðar vinningar
Tað verða einans 50 atgongumerki seld, so tað ræður um at skunda sær
Tryggja tær pláss við at ringja til Hallgunn á tlf 253805

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
23. okt 2026
Kommunustýrisfundur 29. oktober
23. okt 2026
Pensjónista­felagið í Sjóvar sókn: Jólaborð, Ræstkjøtsveitsla
23. okt 2026
Gera kommunur­nar meira demensvinarligar
23. okt 2026
Eliesar Høj 90 ár
22. okt 2026
Støkk-inn koppseting á Strondum
20. okt 2026
Varaleiðari til Lítlafløtt
19. okt 2026
VENJING Í EYSTUR­OYARTUNLI­NUM Í KVØLD
14. okt 2026
Strálan skipar fyri eydnuhjóli

Send boð til Sjóvar kommunu