Tíðindi

24. mar 2025

Fíggjarnevndarfundur 24.03.2025

Fíggjarnevndin 24.03.2025
Møtt: Hans Anders Jacobsen, Sonni Johansen,  Artur Johansen   
Skrivari: Julia Kass
Klokkan: 09.00:10:30
   
Mál nr.: 541-6-2025 Keyp av gróti frá grundstykkjum
Reist av: Sjóvar kommunu Dagf.: 5/3-2025
Fylgiskjøl: Tilmæli frá Tummas
Málslýsing: Tøkni & býarskipanarnevndin hevur samtykt at fylgja tilmæli frá tekniska leiðaranum um at kommunan skal hava møguleika at keypa gott yvirskotsgrót frá grundstykkjum í kommununi. Málið er lagt fyri fíggjarnevndina.  
Vit hava gjøgnumgingið grundstykkjalistan, hvørji stykkir ikki eru grivin út. Um øll stykkini verða gjørd byggibúgvin í ár, meta vit at talan kann verða um uml. 7000 m3 av gróti fyri kr. 100 pr. m3 leverað á Hulki
Avgerð: Fíggjarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá T&B. Mælt verður til eykajáttan á RS-751, Havnin íløgur 1 mió kr. Peningurin kann takast av RS-635 Byggibúning. Lagt fyri kommunustýri.
 


Mál nr.: 541-10-2024 Parkering í Dreingjagerði
Reist av: Sjóvar kommunu Dagf.: 18/11-2024
Málslýsing: Tøkni & býarskipanarnevndin mælir til at arbeiðið verður sett í verk. Loyvir og kostnaðarmeting fyriliggur. 
Avgerð: Fíggjarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá T&B. Peningur er tøkur á RS-671, vegir íløgur. Lagt fyri kommunustýri.
 

Mál nr.: 541-5-2025 Útstykking við Nónvarða
Reist av: Sjóvar kommunu Dagf.: 20/2-2025
Fylgiskjøl: Kostnaðarmeting um prosjektering
Málslýsing: Tøkni & býarskipanarnevndin mælir til at arbeiði við at prosjektera vegirnar til víðari útstykking verður sett í verk. Hetta arbeiði er mett til 90 tkr. 
Avgerð: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá T&B. Peningur er tøkur á RS-635. Lagt fyri kommunustýri.
 


Mál nr.: 544-2-2025 Breiðka Hulkavegin
Reist av: Sjóvar kommunu Dagf.: 18/11-2024
Fylgiskjøl: Tilmæli frá Tummasi
Málslýsing: T&B nevndin mælir til at arbeiðið verður sett í verk. Tilboð eru komin inn til hesa verkætlan.
Avgerð: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá T&B. Peningur er tøkur á RS-671. Lagt fyri kommunustýri. 
 


Mál nr.: 542-04-2025 Goymslurúm til Frítíðarstovuna
Reist av: Sjóvar kommunu Dagf.: 18/11-2024
Fylgiskjøl: Tilmæli frá Tummasi
Málslýsing: T&B mælir til at arbeiðið við at gera goymslurúm til uttandura leikur verður gjørt.
Avgerð: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá T&B. Peningur er tøkur á RS-311. Lagt fyri kommunustýri.
 


Mál nr.: Mánaðarroknskapur februar
Reist av: Sjóvar kommunu  
Málslýsing: Framlagdur
 
 

 

 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
09. okt 2025
Tilmelding til Stranda kvøldskúla
15. okt 2025
Kommunal- og regional- valget i Danmark tirsdag den 18. november 2025
15. okt 2025
Svimjuhylu­rin stongdur í heyst­frítíðini
15. okt 2025
Partur av Fløtuvegi á Strondum stongdur
14. okt 2025
Christmas Child
14. okt 2025
Næsti kommunustýrisfundur framskundaður
13. okt 2025
Eydnuhjól og vørutombola
13. okt 2025
Fyrstu íbúðirnar við Hálsatjørn reistar

Send boð til Sjóvar kommunu