Tíðindi

19. mar 2025

Fundur í tøkni og býarskipanarnevndini 18 mars 2025

Tøkni- og býarskipanarnevndin 18/3-25 

Møtt: Jóhan H Funn, Sandra Ljósá Østerø og Sonni Johansen
Umframt: Hans Anders Jacobsen og Tummas Johannesen
Skrivari: Jóhan Blábjørg
Klokkan:17:00-18:50

Mál nr.:541-6-2025 Keyp av grótið frá grundstykkjum
 
Reist av: Sjóvar kommunu
Dagf.:5/3-2025
Fylgiskjøl:Tilmæli frá Tummasi
Málslýsing: Fyrispurningur er komin, um kommunan kann keypa ivirskotsgrót í samband við útgraving av grundstykkjum.

Nøkur grundstykkir sum borgarar keypa, hava nógv grót, sum eigarnir ikki kunnu brúka. 

Vit skulu tí viðgerða, um kommunan skal kunna keypa ivirskotsgrótið frá grundstykkjum.

Avgerð:Samtykt at fylgja tilmælinum frá tekniska leiðaranum. Lagt fyri fíggjarnevndina. 

Mál nr.: 541-10-2024 Parkering í Dreingjagerði
 
Reist av:Sjóvar kommunu
Dagf.:18/11-2024
Málslýsing: Parkeringspláss skal gerast í Dreingjagerði. Tekningar o.a er avgreitt. Loyvið komið 14/3 frá LV.
Avgerð: Mæla til at arbeiði skal gerast. Lagt fyri fíggjarnevndina.

Mál nr.:541-21-2019 Útstykking í Dávagerði II
 
Reist av:Sjóvar kommunu
Dagf.:17/9-2019
Málslýsing: Samráðingar hava verið við byggifelagið um verkætlanina. Ynskiligt er nú at koma víðari. Viðgerast skal tí, hvussu vit best koma víðari.
Avgerð: Arbeiða víðari við málinum.

Mál nr.:541-5-2025 Útstykking við Nónvarða
 
Reist av:Sjóvar kommunu
Dagf.:20/2-2025
Málslýsing: Tað eru ikki nógv kommunal grundstykkir eftir á sølulistanum, og skulu vit tí til at gera nýggjar útstykkingar. Skitsir eru gjørdar, og skulu vit eisini til at  prosjektera økið. Viðgerast skal hvat er best at gera.
Avgerð: Mæla til at prosjektera vegirnar. Lagt fyri fíggjarnevndina.

Mál nr.:544-2-2025 Breiðka Hulkavegin
 
Reist av:Sjóvar kommunu
Dagf.:18/11-2024
Fylgiskjøl:Tilmæli frá Tummasi
Málslýsing: Hulkavegurin skal breiðkast. Samráðingar hava verið við arbeiðstakara. Tilboðið frá teimum um arbeiði skal viðgerast.
Avgerð: Malt verður til at gera arbeiði. Lagt fyri Fíggjarnevndina.


Mál nr.:542-04-2025 Goymslurúm til Frítíðarstovuna
 
Reist av:Sjóvar kommunu
Dagf.:18/11-2024
Málslýsing: Ynski er at fáa goymslurúm í frítíðarstovuni.Viðgerast skal um hetta skal gerast nú.
Avgerð: Mæla til at gera arbeiði. Lagt fyri fíggjarnevndina.

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
19. mai 2026
Rottangatøming á Selatrað
17. mai 2026
Várkonsertir í Stranda Musikkskúla
16. mai 2026
Kom-út-vikan í Sjóvar kommunu 25.-31. mai
16. mai 2026
Myndasavn: Ruddingardagur 16. mai 2026
15. mai 2026
Loppu­marknaður, kaffisøla og lutaseðlar
15. mai 2026
Einfaldari at avgreiða byggimál og endurskoða fígging av eldraøkinum
15. mai 2026
10,91% meira í skatta­inntøku enn í fjør
13. mai 2026
Bøgarðar og hegn skulu vera í seyðahøgum standi

Send boð til Sjóvar kommunu