Tíðindi

18. feb 2025

Fundur í Trivnaðar- og Umhvørvisnevndini 17.02.2025

Møtt: Sandra L Østerø og Jóhan H. Funn
Umframt: Hans Anders Jacobsen, borgarstjóri, og Olaf G. Funderud, aktingarfólk
Skrivari: Bárður Danielsen
Klokkan: 17:00 – 19:00
Viðmerkingar: Olaf G. Funderud, aktingarfólk, luttók til umrøðuna av rottuátaki í Sjóvar kommunu

 

Mál nr.: 544-24-2022 – Varandi orka í kommununi
Reist av: Sjóvar kommuna
Málslýsing: Arbeitt hevur verið við at finna betri og bíligari orkuloysnir til bygningarnar hjá Sjóvar kommunu.
Seinasta kommunustýrið projekteraði eina sjógvhitaloysn, og hús varð bygt til sjógvhitan niðri í Langanesi. Húsið er næstan liðugt.
Kr. 5.000.000 eru settar av til grønar orkuloysnir í 2025, og tí er møguligt at arbeiða víðari við hesari verkætlan.
Møguligt er at søkja Umhvørvismálaráði um stuðul, sí: Stuðul til alternativar grønar orkuverkætlanir - Umhvørvismálaráðið. Søkjast skal áðrenn 25. februar.
Avgerð: Til umrøðu

 

Mál: Borgarar leiga øki at velta
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Skal Sjóvar kommuna geva borgarum møguleikan at leiga eitt lendi at velta?
Uppskot til øki:
Eystanfyri vegin, á vegastrekkinum frá við Nónvarða oman ímóti Raktanga, eigur kommunan eitt stórt økið, ið nýtast kann til endamálið
Avgerð: Nevndin ynskir at geva borgarum møguleikan at leiga eitt øki at velta.
Umsitingin fyrireikar eitt uppskot, hvussu hetta kann skipast, til næsta fund.

 

Mál: Ungdómshúsið
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Arthur, leiðarin í ungdómshúsinum, segði seg úr starvi við árslok 2024.
Síðani 1. januar 2025 hevur Bárður havt ábyrgdina av ungdómshúsinum.
Arthur hevði hálvan arbeiðsbrøk í ungdómshúsinum og hálvan arbeiðsbrøk í bygdahúsinum.
Í ungdómshúsinum arbeiða 3-4 starvsfólk. Opið er mána-, miku-, og fríggjakvøld frá kl. 18.30-22.30 (fríggjakvøld til 23.30). Tvey starvsfólk eru til arbeiðis hvørt kvøldið.
Avgerð: Til umrøðu

 

Olaf G. Funderud luttók til umrøðuna av hesum málið.
Mál: Rottuátak í Sjóvar kommunu
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Sunda kommuna hevur sett seg í samband við grannakommunurnar, millum annað Sjóvar kommunu, í samband við at Sunda kommuna hevur ætlanir at gera eitt rottuátak í Sunda kommunu.
Sjóvar, Runavíkar, og Eiðis kommuna vóru á fundi við Sunda kommunu 8. Jan., har kunnað varð um rottuátakið.
Rottuátakið snýr seg um at leggja eitur og kassar uttanfyri bøgarðarnar, í einum samstarvi við eigarar/festarar.
Niðurstøðan á fundinum 8. jan. varð, at Sunda kommuna skuldi kalla inn til nýggjan fund saman við Umhvørvisstovuni.
Um Sjóvar kommuna skal kunnað verða við í slíkum átaki, krevst ein størri fígging til keyp av eitri og kassum.
Harumframt er uppskot til kunngerð um at fyribyrgja og týna rottu sent til hoyringar. Um lógin verður samtykt, kemur hon í gildi 1. Juli 2025.
Nýggja kunngerðin setur størri krøv til kommunurnar og aktingarfólki, sum eisini hava fíggjarligar fylgjur. M.a. skal aktingarmaðurin hava neyðug skeið, og fráboðanir v.m. skulu leggjast í talgilda skipan.
Mettur kostnaður fyri átak og fylgjurnar av nýggju kunngerðini eru samanlagt uml. kr. 85.000.
Harumframt skal virkisætlan gerast um at fyribyrgja og týna rottu áðrenn 01.01.27, sambært nýggju kunngerðini.
Avgerð: Til umrøðu

 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
04. jul 2025
Námsfrøði­ligur ráðgevi til Lítlafløtt
01. jul 2025
U21 leikarar­nir komnir heim við bronsuni
30. jun 2025
Kommunulækna­viðtalan opin aftur sum vanligt
30. jun 2025
Kommunustýrisfundur 19. juni 2025
28. jun 2025
Størsta skip nakrantíð í Sjóvar havn
27. jun 2025
Útihondbóltskapping á vøllinum við bygdahúsið
27. jun 2025
Varaleiðari til Lítlafløtt
26. jun 2025
Myndir frá framløguni av staðarnøv­num á Selatrað

Send boð til Sjóvar kommunu