Tíðindi

05. nov 2024

Kommunuval 12. nov. 2024

 

Valstýrið ger hervið kunnugt, at valið til kommunustýrið verður í bygdahúsinum, Fløtuvegur 90, á Strondum. Atkvøðugreiðslan byrjar kl. 10.00 fyrrapart og heldur fram til kl. 20.00, ella so leingi veljarar møta uttan steðg.

Kæra um, at onkur av órøttum er komin á listan, ella onkur rættkomin ikki er tikin við, skal í seinasta lagi eina viku fyri valdagin vera send kommunustýrinum, sum kannar og tekur endaliga avgerð í málinum.
Vísir tað seg, eftir at omanfyri nevnda freist er farin, at onkur rættkomin ikki er tikin við á listan, ella at onkur av órøttum er komin á listan, kann hetta rættast til og við valdagin.

Sjófólk og onnur, sum ikki halda seg verða heima valdagin, og veljarar, sum eru staddir uttanlands, kunnu útfylla atkvøðuseðilin í fyrsta lagi 4 mánaðar áðrenn valdagin. Í øðrum førum skal atkvøðuseðilin vera útfyltur í fyrsta lagi 1 viku áðrenn valdagin.

Sjóvar kommuna

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
12. sep 2025
Handahornið - Kreativt hugnakvøld
12. sep 2025
Svimjihylu­rin stongdur
12. sep 2025
Kirkju­ráð­sval 4. nov.
11. sep 2025
53 fólk fleiri enn fyri einum ári síðani
09. sep 2025
Kommunustýrisfundur 28. august 2025
05. sep 2025
Námsfrøð­ingur til Lítlafløtt
05. sep 2025
Tólv nýggjar íbúðir í Dávagerði
05. sep 2025
Koyrikort til lítil prutl - Stranda kvøldskúli 2025/­2026

Send boð til Sjóvar kommunu