Tíðindi

25. okt 2024

Grundøki til íbúðarbygging til sølu á Strondum

Grundøki á Strondum til sølu til íbúðarbygging

Vegna Sjóvar kommunu verða fýra grundøkir lýst til sølu til íbúðarbygging. Talan er um  partar av matr. nr. 366a og partar av matr. nr. 613a, Strendur, íalt uml. 8.896 m2.

Tað er upp til tey bjóðandi at koma við uppskoti um, hvussu byggingin verður skipað, og hvat slag av íbúðum verða bygdar. Hetta kann vera eigara-, leigu- ella lutaíbúðir.

Bjóðast kann uppá grundøkini hvør sær, heilt ella lutvíst, ella undir einum. Prísurin er kr. 250,- fyri fermeturin.

Fyri útboðið er kunngerð nr. 122 frá 22. desember 2000 um alment útboð av kommunalari fastogn galdandi. Hetta merkir m.a., at Sjóvar kommuna ikki hevur skyldu at taka av nøkrum boði.

Kommunan setir sum treyt, at tað er eitt hóskandi tal av íbúðum í verkætlanini. Tað er ein fyrimunur, um byggingin er fjølbroytt við ymiskum íbúðarstøddum, har atlit verður tikið til umhvørvið og útsýnið. Dentur verður lagdur á, at byggingin tekur seg væl út, er dygdargóð og fellur væl inn í grannalag og landslag.

Fyrispurningar viðvíkjandi sølutreytunum/útbjóðingini kunnu sendast til SÓKN Advokatar, att. Eyðbjørn Larsen, adv., Jekaragøta 10, Postboks 258, 110 Tórshavn, telefon 660500 ella 219325 og teldupost eyl@sokn.fo

Sølutilfarið fæst somuleiðis við at venda sær til SÓKN Advokatar, og tey, sum vísa útboðnum áhuga, kunnu við at skráseta seg hjá SÓKN Advokatum fáa skrivliga kunning um settar fyrispurningar og svar. Kunningin er navnleys.

Freistin at lata inn skrivlig boð er fríggjadagin 06. desember 2024, kl. 12:00.

 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
14. okt 2025
Brævatkvøður til kirkju­ráð­svalið 4. nov.
09. okt 2025
Tilmelding til Stranda kvøldskúla
29. okt 2025
Minningarhald teirra sjólætnu
28. okt 2025
Kommunustýrisfundu­rin í november fluttur
27. okt 2025
Skatta­listin fyri 2024
27. okt 2025
Fráfaringarløta fyri Anneke Højrup
27. okt 2025
Sunleiv fingið heiðurstekin fyri trúgva tænastu
22. okt 2025
Kommunustýrisfundur 27. oktober

Send boð til Sjóvar kommunu