Tíðindi

10. jun 2024

Sosialráðgevi til Barnaverndartænastuna við Skálafjørðin (farloyvisstarv)

Barnaverndartænastan við Skálafjørðin
Runavíkar-, Sjóvar- og Nes kommuna
______________________________________________________________________________________
Sosialráðgevi til Barnaverndartænastuna við Skálafjørðin (farloyvisstarv)

Fyri starvsfólk í barnsburðarfarloyvi er eitt starv sum sosialráðgevi hjá Barnaverndartænastuni við
Skálafjørðin leyst at søkja til setan 1. septembur 2024 ella skjótast gjørligt. Arbeiðstíðin er full tíð,
men við møguleika fyri niðursettari tíð.

Barnaverndartænastan við Skálafjørðin er eitt samstarv millum Nes-, Sjóvar- og Runavíkar kommunur,
og vit halda til í hølum á Mýravegi 26 í Runavík. Á deildini starvast sjey fólk, sosialráðgevar, skrivari
og sálarfrøðingur.

Barnaverndartænastan arbeiðir sambært lóg um barnavernd.

Arbeiðsuppgávur
• málsviðgerð, kanningar og samrøður við børn og vaksin
• fyrireika mál til viðgerð í Barnaverndarnevndini
• samskipa og samstarva tvørfakliga við aðrar myndugleikar
• vera við í vaktarskipan hjá Barnaverndartænastuni

Vit ynskja okkum starvsfólk, sum
• hava góð samskiftis- og samstarvsevni
• vilja samstarva og duga at síggja loysnir
• tola at arbeiða undir trýsti
• hava yvirlit og kunna arbeiða sjálvstøðugt

Førleikakrøv
• Útbúgving sum sosialráðgevi
• Neyðugt er at hava koyrikort

Starvstíðarskeið
Starvið er eitt avloysarastarv fyri eitt starvsfólk í barnsburðarfarloyvi. Starvið er tíðaravmarkað til
31. august 2025.

Umsókn
Umsókn saman við prógvum og CV skal sendast umvegis lýsingarportalin Alfred HER í seinasta lagi
20. juni 2024.

Um ikki nóg nógvir umsøkjarar søkja starvið, tilskilar Barnaverndartænastan við Skálafjørðin sær
rætt til at søkja av nýggjum.

Løn og setanarviðurskifti
Løn og setanarviðurskifti eftir sáttmála millum Starvsfelagið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið.
Sambært § 2 í barnaváttanarlógini hevur Barnaverndartænastan skyldu til at fáa barnaváttan til
vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.

Nærri upplýsingar
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Katrin Dam, leiðara fyri Barnaverndartænastuna, á
tlf. 237098.
Nes-, Sjóvar- og Runavíkar kommuna samstarva um Barnaverndartænastuna sambært lóg um
barnavernd. Í kommununum búgva á leið 7.000 fólk.

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
23. jun 2025
Tøma rottangar á Strondum
20. jun 2025
Anneke 40 ár sum kommunulækna­avloysari
19. jun 2025
Tað gongur framá við umvæling­ini av gomlu Tinggøtuni
19. jun 2025
Minnist til posan!
18. jun 2025
Nýggj boð frá kommunulæknanum
16. jun 2025
Kommunustýrisfundur 19. juni, kl. 17:00
13. jun 2025
Rottangar verða tømdir í næstu viku
12. jun 2025
Framløga av staðarnøv­num á Selatrað

Send boð til Sjóvar kommunu