Tíðindi

29. apr 2024

Flaggrøðan og flaggdagshaldið 2024 í myndum

Flaggdagin var, sum siður hevur verið seinastu nógvu árini, flaggdagshald fyriskipað á Strondum.

Fólk møttu við Sjóvarlon, og haðani var gingið til bygdahúsið, har sjálvt haldið varð fyriskipað. Í ár gekk Egi Gothard Danielsen fremstur sum flaggberari.

Uttanfyri bygdahúsið bjóðaði borgarstjórin Arthur Johansen vælkomin, áðrenn Tummas í Garði helt flaggrøðuna. Røðan kann lesast longri niðri í greinini.

Eftir hátíðarløtuna vóru øll boðin inn í bygdahúsið til køku og flaggdagsquiz.

Myndir frá flaggdegnum síggjast niðast í greinini.

 

Flaggrøðan hjá Tummas í Garði

Røða til flaggdagshaldið á Strondum 2024

Góðu bygdafólk, góðu medmenniskju og góðu tit øll, borgarar og íbúgvar á okkara felags jarðarklótu.

Vælkomin saman her at hátíðarhalda flaggdagin, og heiðra okkara felags “tjóðareyðkenni, MERKIД. Kanska tann fremsta ímyndin av, at vit eru sameind sum fólk og samfelag.

Tað eru sovorðnar dagar, at vit øll í ymiskan mun merkja okkara samanhald og felags samleika – okkara tjóðskaparkenslu kunnu vit siga.

-

Tjóðskapur og tjóðskaparkensla kunnu umboða nógv, bæði gott og ringt:

Tjóðskaparkenslan kann savna menniskju, geva íblástur og skapa sameining og frið ímillum menniskju og tjóðir.

Og tjóðskaparkensla kann eisini spjaða menniskju, útihýsa og marginalisera bólkar ella einstaklingar. Skapa ósemjur og stríð og elva til oyðandi kríggj.

Tá ið Jens Oliver Lisberg, sum verður roknaður sum faðirin at okkara tjóðar merki, vant tað á stong í heimbygdini Famjin – so vóru hann og vinmennirnir niðri á Garði í Keypmannahavn – Regensen, ávirkaðir av tí tjóðskaparliga rákinum, sum fór um Europa  í øldini frammanundan. Hetta tjóðskaparrák hevði verið við til at geva íblástur og orku til føroyingar at bjarga føroyska málinum og mentunararvinum, sum tá var komin á fallandi fót. Tað gleðast vit øll somul um í dag, og eru ómetaliga takksom fyri. Hugsi ikki at tað er nakar her á landi sum ikki kann gleðast um at vit hava megnað at varveitt egið mál og mentan.

Men vit vita eisini, at hetta tjóðskaparliga rákið í Europa eisini var viðvirkandi til spjaðaina, avbyrging, ósemjur og ræðulig oyðandi kríggj.

-

Hvat fyri tjóðskaparligt virkið vilja vit so hava her í Føroyum? Ella hvørji virðir vilja vit leggja í okkara felags tjóðskaparligu stremban?

Her havi eg hug at koma inn á tað, at okkara MERKI er eitt flagg við krossi í.

Av øllum, omanfyri 200 fløggum í verðini, eru umleið 30 krossfløgg.

-

Flestu teirra eru antin norðurlendsk, ella fløgg, ið á onkran hátt hava tilknýti til Bretska Stórveldi.

Tað verður stundum funnist at, at vit hava krossmerkið í flagginum, og Guð í tjóðsanginum. Tað eru jú ikki øll, sum kunnu kenna seg aftur í tí – og kunnu kenna seg útihýst / exkluderað ella frávald av teirri grund.

Hugsi tó, at um vit kunnu flyta fokus yvir á tey mannavirðir, sum hesi bæði umboða, so kunnu vit øll taka undir við, og liva og virka eftir, tí fatanini, at øll menniskju hava eitt óendaligt og ómissandi virði, og eiga at verða rúmað / fevnd og vird, og møtt við næstrakærleika og umsorgan, óansæð uppruna, húðalit, trúgv, seksuella orientering ella status – ella hvat vit annars kunnu finna uppá av spjøldrum at seta á okkara medmenniskju.

Tað letur upp fyri einum samfelag, sum er gott fyri tann einstaka, gott fyri fólkið, og gott fyri verðinssamfelagið.

-

Hvussu er so støðan her í okkara Føroyum í dag?

Eru vit nóg rúmandi og fevnandi fyri ymiskleikum og fjølbroytni?

Sjálvt um nógv er at finnast at, og nógv krevur stóran bata, so liva nøkur av hesum virðunum eg nevndi í føroyska samfelagnum í dag:

-

Í mínum dagliga arbeiði sum lækni við føroysku sjúkrahúsini, eri eg komin í samband við nógv fólk. Bæði fólk, sum eru fødd og uppvaksin her, og eisini fólk, sum eru fødd arðastaðni í verðini. Felags fyri tey flestu er, at tey í støðuni hava brúk fyri hjálp og umsorgan frá medmenniskjum.

Eg vil taka fram tvey lítil dømi, sum eg haldi lýsa, at hóast vit hava nógv lýtir í okkara samfelag, og nógv er, sum treingir til ábøtur, so liva kortini nøkur av góðu virðunum her, sum vit skulu halda fast við.

Hesi smáu møtini við tveir borgarar, tvey medmenniskju, góvu mær bæði gleði og vón um, at vit enn eiga umsorgan og næstrakærleika sum virðir í okkara samfelag.  Hetta hóast skíggja – ella skermovurnýtsla og fremmandagering eisini hava gjørt innrás eisini í Føroyum.

-

Fyrra dømi er ein kvinna, fødd og uppvaksin í Suðurameriku, Brazilien. Hon var flutt til Føroyar umvegis Suðureuropa, har hon hevði búð nøkur ár. Hon greiddi frá at hon var uppvaksin í Rio – við góðum heitum veðurlagið, og vøkrum sandstrondum. Eg undraðist eitt sindur yvir hví hon treivst so væl her.

Hennara svar festi seg í mítt minni: Hon segði: “ Tit eru so deiliga farvublind í Føroyum” – tað hevði hon ikki uppliva longri niðri í Europa

So legði hon afturat: Tykkara samfelag hevur ein heilt serligan tryggleika: Eg kann vitja mínar vinkonur her, og sjálvt á myrkari miðjari nátt spáka heim, uttan yvirhøvur at óttast fyri míni trygd.

Eru hetta ikki ting, sum eru verd at varveita og dyrkað?

-

Seinna dømi er ein læknakollegi, fødd og barnvaksin í Damaskus í Syria, og so flutt til Danmarkar sum tannáringur.

Vit høvdu verið vaktlæknar á G-festivalinum, sum vit vanliga gera. Hon var komin til Føroyar at arbeiða eitt skifti, og kom so eisini við sum vaktlækni á G!

Tá ið vit koyrdu úr Syðrugøtu tíðliga hendan fagra summarmorgun aftaná at hava gingið runt á festivaløkinum alla náttina og hjálpt fólki, sum høvdu brúk fyri okkum, tá legði eg til merkis, at sýriski læknin sat og stardi ímóti vakra sólarrisinum, og græt so stillisliga.

Tá ið eg spurdi hví hon græt, segði hon : Eg eri soo glað og rørd av at hava uppliva eina mannamúgvu, sum hevur slíka umsorgan og vísir sovorði hjálpsemi ímóti hvørjum ørðum. Hetta havi eg aldrin uppliva arðastaðni – hetta mugu tit halda fast í og varveita her í Føroyum.

Mín boðskapur til okkum á hesum flaggdegi skal tí vera: bæði til okkum sum einstøk menniskju, og til okkum sum samfelag – at vit mugu halda fast við okkara grundvirðir, at øll mannabørn í hesum heimi hava eitt óendalig og ómissandi virði, og at vit í okkara stremban – eisini teirri tjóðskaparligu – leggja doyin á, at øll menniskju verða rúmaði, fevnd /inkluderað og vird, óansæð uppruna ella status.

Tá gerast Føroyar eitt betri samfelag fyri øll, og vit eru við til at gera jarðarklótuna til eitt betri og tryggari stað.

-

Við ynski og vón um at MERKIÐ framvegis skal kunna veittra frítt yvir fosturlands jørð, í øldir sum koma.

Góðan flaggdag!

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
16. mai 2024
Ruddingardagu­rin útsettur vegna verkfall
16. mai 2024
Verkfalsútgjald frá FA/­ Union's strike fee
16. mai 2024
SKS skipaði fyri árliga tilbúgv­ingar­degnum
15. mai 2024
Ongin ruskinn­savning
15. mai 2024
Eingin almenn svimjing vegna verkfall
15. mai 2024
Ruskplássið stongt vegna verkfall
13. mai 2024
Seks kommunur seta fólka­talsmet
10. mai 2024
Ruddingardagur 18. mai

Send boð til Sjóvar kommunu