Tíðindi

20. feb 2024

Sjóvar kommuna raðfestir ungdómin

Ungdómurin í Sjóvar kommunu hevur í longri tíð saknað eitt tilhaldsstað, har tey kunnu samlast um kvøldarnar.

Arbeitt hevur verið við at finna eina loysn á hesum í eina tíð, og m.a. tí varð Arthur Djurhuus Poulsen settur í starv sum leiðari fyri ungdómstilboðið á heysti 2023. Afturat Arthuri hevur kommunustýrið nýliga sett Rannvá Johansen og Eilin Poulsen í starv í ungdómshúsinum, og hesi trý fara at mynda ungdómstilboðið framyvir.

Sum sagt, er tilboðið fyrireikað í eina tíð, og mikudagin í seinastu viku vórðu dyrnar fyrstu ferð latnar upp fyri ungdóminum. Myndir frá fyrsta kvøldinum síggjast á Instagram-síðuni hjá ungdómshúsinum.

Ungdómstilboðið heldur til í nýggja húsinum omanfyri bygdahúsið, har frítíðarstovan eisini heldur til, og í kjallaranum í bygdahúsinum.

Ungdómshúsið er fyri ungdóm frá 7. flokki til tey 17 ára gomlu. Tilboðið verður opið mána- og mikukvøld, umframt til skiftis fríggja- og leygarkvøld í vikuskiftinum.

Ungdómstilboðið er fyri ungdóm í Sjóvar kommunu, men onnur ung er eisini vælkomin í ungdómshúsið. Her verður serliga hugsað um ungdómin longri inni á vestara armi á Skálafjørðinum.

Meira kunning um ungdómshúsið sæst á undirsíðuni hjá ungdómshúsinum her á heimasíðuni ella á Instagram-síðuni hjá ungdómshúsinum, har ymiskt verður lagt út, so sum kunning og myndir v.m.

Almenningurin fær eisini møguleikan at síggja hølini, tá almenn móttøka verður fyriskipað í næstum. Inntil tá síggjast myndir av umstøðunum í ungdómshúsinum niðanfyri.

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
07. aug 2026
Opið hús í tunlinum sunnudagin 9. august
05. aug 2026
Nýggjur útróðrarbátur til Strendur
03. aug 2026
Søkt verður eftir námsfrøðiligum stuðli til Stranda skúla
03. aug 2026
Vaskifólk til skúlan
24. jul 2026
Broytingar í ruskinn­savning­ini á ólavsøku
17. jul 2026
Stongt vegna summarfrí
15. jul 2026
Íbúðir í Dávagerði reistar
15. jul 2026
Tveir 90 ára føðingardagar

Send boð til Sjóvar kommunu