Tíðindi

19. feb 2024

Sjónleikaraskeið

Stranda sjónleikarafelag sum bleiv endurstovna í desembur, bjóðar nú til sjónleikaraskeið í bygdahúsinum á Strondum 1. & 2. mars 2024

Sjónleikarfelagið sigur um skeiðið.

Á skeiðnum fáast vit við grundleggjandi sjónleikara venjingar, har vit gjøgnum spøl
og venjingar miða eftir at skerpa sansirnar, uppmerksemið, at lurta,
hyggja, anda, ganga – alt sum vit gera hvønn dag, men á skeiðnum læra vit okkum alt “av nýggjum” ígjøgnum ta pallistarligu sjóneykuna.
Vit læra eitt mál, sum vit nýta til at skapa tilfar til sjónleik og til at tosa um sjónleik. Eitt mál har vit tosa um, hvat riggar á palli og ikki - og hví.
Gjøgnum improvisatiónsháttin VIEWPOINT læra vit at vera nærverandi, eygleiða, samskifta og samskapa. Vit fara gjøgnum 9 ymisk sjónarhorn, sum vit síðani brúka til at gera smáar framførslur. Vit arbeiða bæði einstaklingavís og í smærri bólkum.

Tað verður onki press, bara menning og læring og fokus á tryggleika.

Bæði roynd og óroynd kunnu vera við.

Undirvísarin:
Gunnvá Zachariasen hevur spælt sjónleik, síðani hon gekk í Venjingarskúlanum, síðani í studentaskúlanum í Hoydølum, Sjónleikarahúsinum og á fólkaháskúla í Svøríki.
Fyri 24 árum síðani tók hon sína útbúgving sum sjónleikari á Statens Teaterskole í Danmark og hevur síðani spælt við í óteljandi leikum bæði her heima og uttanlanda.

Maks luttakaratal: 25
først til mølle
Aldur: 18+
Kostnaður: 200kr fyri skeiðið og 150 fyri limagjald = 350

Tilmelding: Send t-post til strandasjonleikarafelag@gmail.com har tú upplýsir navn, aldur og telefonnummar.

Seinasta freist at tilmelda seg er 20. februar kl 23:59. 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
06. mar 2026
Vallistar
06. mar 2026
Ástaðarfundur um minnisstei­nar í Kolbeinagjógv
06. mar 2026
Havnaútbyggingin á Hulki
05. mar 2026
StÍF skipar fyri vørutombola og eydnuhjóli
02. mar 2026
Handahornið, í bygdahúsi­num týskvøldið 10. mars
02. mar 2026
Broyting í byggisamtykt fyri økið við Nónvarða
27. feb 2026
Fundur í Vinnu- og Umhvørvis­nevnd­ini 5. februar 2026
27. feb 2026
Kommunustýrisfundur 26.02.2026

Send boð til Sjóvar kommunu