Tíðindi
Fíggjarnevndarfundur 24.01.2024
Fíggjarnevndin 24.01.2024
Møtt: Artur Johansen, Jóannes E. Markná, Súni F. Olsen
Skrivari: Julia Kass
Klokkan: 16:30 – 17:45
Mál nr.: Lán 9181-523.641.1
Reist av: Sjóvar kommuna
Málslýsing: Í samband við ymiskar smærri íløgur, hava vit tørv á at hækkað verandi lán við 8 mió kr. Betri Banki vil hækkað verandi lán upp til 20. Mill.
Avgerð: Fíggjarnevndin mælir til at hækkað verandi lán upp til 20 mió kr. Lagt fyri kommunustýri
Mál nr.: 547-1-2021
Reist av: Sjóvar kommuna
Málslýsing: Vinnuøki Innan Glyvur. V&U mælir til at taka av tilboði frá Henning Larsen at skipa vinnuøkið.
Avgerð: Fíggjarnevndin mælir til at fylgja tilmælinum frá V&U. Víst verður til RS-665. Lagt fyri kommunustýri.
Fyribils mánaðarroknskapur desember
Málslýsing: Fyribilsúrslit fyri 2023 og mánaðrroknskapur fyri desember framlagdur
Viðmerkingar: Uppgerðir frá landi og samstarvskommunum mangla.
Mál nr.: 328-4-2022
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Ítróttarhøll á Strondum. T&M mælir til at fari verður undir arbeiðið at grava og planera økið fyri ítróttarhøll, vísandi til fyriliggjandi kostnaðarmeting. T&M mælir somuleiðis til, at taka av fyriliggjandi tilboði at byggja ítróttarhøll.
Avgerð: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá T&M viðv. graving og planering av øki til ítróttarhøll. Lagt fyri kommunustýri.
Fíggjarnevndin mælir til at gera treytað avtaluskjal um bygging av ítróttarhøll. Lagt fyri kommunustýri.