Tíðindi

17. feb 2023

Fíggjarnevndarfundur 16.02.2023

Fíggjarnevndin 16.02.2023
Møtt: Artur Johansen, Jóannes E. Markná, Súni F. Olsen

Skrivari: Julia Kass
Klokkan: 17:15 – 18:35

Mál nr.: 321-1-2023, svimjihylurin
Reist av: Sjóvar kommuna
Málslýsing: Ábøtur mugu gerast. T&B Nevndin mælir til at biðja Nomatek projektera umvælingararbeiði í svimjihylinum. Lagt fyri fíggjarnevndina.
Avgerð: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá T&B. Víst verður til RS-413

Mál nr.: 547-1-2021, Vinnuøki Innan Glyvur
Reist av: Sjóvar kommuna
Málslýsing: Vinnuøki Innan Glyvur. V&U nevndin mælir til at avtala verður gjørd við festaran viðvíkjandi keyp av ognum, matr. nr. 393a.
Avgerð: Fíggjarnevndin leggur málið fyri kommunustýri til støðutakan.

Mál nr.: 540-1-2020, Vetrarfriðing á Selatrað
Reist av: Sjóvar kommuna
Málslýsing: Vetrarfriðing á Selatrað. V&U nevndin mælir til at taka av fyriliggjandi tilboðum at keypa hegn við tilhoyri.
Avgerð: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá V&U. Víst verður til RS-631. Lagt fyri kommunustýri.

Mál nr.: Fyribils mánaðarroknskapur desember
Málslýsing: Fyribilsúrslit fyri 2022 og mánaðrroknskapur fyri desember framlagdur
Viðmerkingar: Uppgerðir frá landi og samstarvskommunum mangla.

Mál nr.: mánaðarroknskapur januar 2023
Málslýsing: framlagdur

Mál nr.: Reguleringar í søluprísinum fyri el-nýtslu
Málslýsing: Sev hevur hækkað el-prísinar 1. januar 2023.
Avgerð: Samtykt at hækka søluprísin fyri el til egningarskúrarnar við kr. 0,20 pr. kwt og el-prísin fyri havnina við kr. 0,10. Galdandi frá 1. Januar 2023.

Mál nr.: 328-4-2022, ítróttarhøll á Strondum
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Ítróttarhøll á Strondum
Avgerð: Samtykt at keypa part av 601a. Víst verður til RS-581. Lagt fyri kommunustýri.

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
24. apr 2024
Fíggjar­nevndarfundur 24.04.2024
21. feb 2024
Fíggjar­nevndarfundur 20.02.2024
25. jan 2024
Fíggjar­nevndarfundur 24.01.2024
12. des 2023
Fíggjar­nevndarfundur 11.12.2023
16. nov 2023
Fíggjar­nevndarfundur 15.11.2023
21. sep 2023
Fíggjar­nevndarfundur 20.09.2023
15. jun 2023
Fíggjar­nevndarfundur 14.06.2023
17. mai 2023
Fíggjar­nevndarfundur 16.05.2023

Send boð til Sjóvar kommunu