Tíðindi

02. des 2022

Almenna byggisamtyktin góðkend

Eftir reglunum í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir, sendi kommunan hin 17. desember í fjør Umhvørvis- og vinnumálaráðnum uppskot til broytingar í almennu byggisamtyktini fyri Sjóvar kommunu til góðkenningar.

Uppskotið, sum snúði seg um at dagføra alla byggisamtyktina fyri kommununa, lá frammi til viðmerkingar frá 2. til 23. juni 2021. Tá freistin at koma við møguligum mótmælum ella broytingaruppskotum var farin, hevið kommunan móttikið 10 mótmæli/viðmerkingar. Hesi blivu viðgjørd í kommunustýrinum og fingur nøkur viðhald, onnur ikki.

Býarskipanarnevdin hevur havt málið til viðgerðar, og hevur nevndin viðmælt ætlaðu broytingarnar. Umhvørvis- og vinnumálaráðið hevur síðani viðgjørt málið og tekur ráðið undir við viðmælinum frá býarskipanarnevndini, og hevur nú við heimild í §4 í býarskipanarlógini góðkent broytingarnar.

Byggisamtyktin sæst á heimasíðuni undir bygging/byggisamtykt 

Sjóvar kommuna

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
11. des 2023
Søkt verður eftir námsfrøðingi til Lítlafløtt
08. des 2023
Kommunustýrisfundur 11. desembur
06. des 2023
Stranda sjónleikara­felag endur­stovna
06. des 2023
Tombola, lutaseðlasøla og jólasøla á Café Bella á Høvdanum í dag frá kl. 17 til 20.
05. des 2023
Musikk­skúlin hevur jóla­konsert
05. des 2023
Selatraðarvegu­rin er opin aftur
04. des 2023
Føroyskur dansur í pensjonista­húsinum
01. des 2023
Jólatræið á Strondum verður tendrað

Send boð til Sjóvar kommunu