Tíðindi

Fíggjarætlan 2023
Mánakvøldið 21. november samtykti Sjóvar kommunustýri fíggjarætlanina fyri 2023.
Kommunuskattaprosentið verður óbroytt á 21 og barnafrádrátturin verður 7 tkr, tann sami sum frammanundan.
RAKSTUR
Inntøkurnar av rakstrinum eru 65,2 mió.kr. og útreiðslurnar eru 55 mió.kr. Avlopið av rakstrinum er 10,2 mió.kr, harav rentuútreiðslur og stuðul til rentuútreiðslur eru 1,7 mió.kr.
Skipanin við frítíðarkorti, sum hevur verið ein royndarskipan, heldur fram sum ein føst skipan, á sama hátt sum frammanundan. Hendan skipanin gevur børnum og ungum, frá 6 til 18 ára aldur, eitt virði á 2.000 kr., sum kann nýtast til at luttaka í ítróttarligum og øðrum mentanarligum frítíðartilboðum.
Gjøldini og skipanin á dagstovnaøkinum eru óbroytt, soleiðis at goldið verður fult gjald fyri fyrsta barnið, 3/4 gjald fyri annað barnið og onki gjald fyri triðja barnið.
Í trá við at fólkatalið í kommununi økist, hevur verið neyðugt at seta fleiri fólk í starv á dagstovnaøkinum í 2022, og hetta viðførir ein hægri rakstrarkostnað á hesum rakstrarstaði.
Í sambandi við at umstøðurnar á havnalagnum á Hulki eru blivnar nógv betri, eru inntøkurnar í sambandi við skipaferðslu øktar munandi.
ÍLØGUR
Íløgur verða gjørdar fyri 24,8 mió.kr., og hesar verða fíggjaðar við rakstraravlopi og lántøku.
Umframt nakrar smærri íløgur, verða íløgur serliga gjørdar í eina ítróttarhøll, fyrireiking av einum vinnuøki Innan Glyvur og íløgur í grønar orkuloysnir og nýggjar útstykkingarætlanir.
Harumframt verður frítíðarstovan, sum stendur í gerð, gjørd liðug og tikin í nýtslu í 2023
Hetta eru stór tøk, ið fara at seta sín dám á komandi fíggjarætlanir, tí fleiri av hesum stóru íløgum fara at fevna um meira enn eitt fíggjarár.
FÍGGJARSTØÐA
Langfreistaða skuldin er ultimo oktober 2022 30,8 mió. kr., og verður í 2023 niðurgoldin við 5,6 mió.kr.
Ultimo oktober 2022 er nettoskuldin í Sjóvar kommunu 25,3 mió.kr., og við ársenda 2022 verður nettoskuldin væntandi 36,5 mió.kr., svarandi til umleið 73% av einari álíkning. Við ársenda 2023 verður nettoskuldin væntandi 51,5 mió.kr. svarandi til 90,9% av einari álíkning.
INNTØKUR: | |
Persónsskattur | 51.721.600 |
Aðrar inntøkur | 13.432.000 |
65.153.600 |
ÚTREIÐSLUR: | |
Rakstur | 53.251.000 |
Rentustuðul | 800.000 |
Rentur av lánum | 954.700 |
55.005.700 | |
Íløgur | 24.810.000 |
Hall | -14.662.100 |
65.153.600 |
YVIRLIT YVIR RAKSTUR: | |
Kommunal fyrisiting | 5.307.000 |
Almannamál | 16.991.200 |
Børn og ung | 15.319.200 |
Undirvísing | 5.450.900 |
Mentamál | 2.840.300 |
Teknisk mál | 4.574.000 |
Kommunal virki | 2.768.400 |
53.251.000 |
YVIRLIT YVIR ÍLØGUR: | |
Bygningar | 1.930.000 |
Frítíðarstova | 2.800.000 |
Gøtuljós | 100.000 |
Vegir | 1.600.000 |
Vatn og kloakk | 380.000 |
Vetrarfriðing | 300.000 |
Havnaløg | 700.000 |
Grønar orkuloysnir | 2.000.000 |
Vinnuøki Innan Glyvur | 3.000.000 |
Útstykkingarætlanir | 2.000.000 |
Ítróttarhøll | 10.000.000 |
24.810.000 |