Tíðindi

12. nov 2022

Grundøkir á Strondum til sølu til íbúðarbygging

Grundøkir á Strondum til sølu til íbúðarbygging

Sjóvar kommuna lýsir við hesum tvey grundøkir til sølu til íbúðarbygging. Talan er um
matr. nr. 79bs, Strendur, sum er 2.755 m2, og matr. nr. 79bt, Strendur, sum er 2.734 m2.

Ognirnar liggja við rundkoyringina, har vegirnir Eyrgøta/Lágargerði og við Hálsatjørn/við
Nónvarða møtast.

Sjóvar kommuna ynskir at bjóða ein fjølbroyttan bústaðarmarknað, sum kann nøkta
ymiska tørvin hjá borgarunum til bústað, og at útvega íbúðir er partur av hesi ætlan.
Sølan er skipað soleiðis, at tað er upp til tey bjóðandi at koma við uppskoti um, hvussu
byggingin verður skipað, og hvat slag av íbúðum verða bygdar. Hetta kann vera
eigaraíbúðir, leiguíbúðir ella lutaíbúðir. Tilhoyrandi parkering og nøktandi loysnir fyri
uttanumøkið er partur av loysnini.
Tað er ein treyt, at tað er eitt hóskandi tal av íbúðum í verkætlanini. Tað er ein fyrimunur,
um byggingin er fjølbroytt við ymiskum íbúðarstøddum, har atlit verður tikið til
umhvørvið og góða útsýnið. Kommunan leggur eisini dent á, at byggingin fer at taka seg
væl út, er dygdargóð og fellur væl inn í landslagið.

Fyri søluna er kunngerð nr. 122 frá 22. desember 2000 um alment útboð av kommunalari
fastogn galdandi.

Útbjóðingin og sølan er løgd soleiðis til rættis, at tað verður komið fram til bestu loysnina, sum tryggjar eina fjølbroytta, snøgga og dygdargóða bústaðarloysn, sum tekur seg væl út í umhvørvinum.

Fyrispurningar viðvíkjandi sølutreytunum/útbjóðingini kunnu sendast til
SÓKN Advokatar, att. Eyðbjørn Larsen, adv.
Jekaragøta 10
Postboks 258
110 Tórshavn
telefon 660500 ella 219325 og teldupost eyl@sokn.fo.

Sølutilfarið fæst somuleiðis við at venda sær til SÓKN Advokatar.

Tey, sum vísa útboðnum áhuga, kunnu við at skráseta seg hjá SÓKN Advokatum fáa skrivliga kunning um settar fyrispurningar og svar. Kunningin er navnleys.

Freistin at lata inn skrivlig boð er 7. februar 2023, kl. 12:00.


Strendur, tann 8. november 2022
Artur Johansen, borgarstjóri

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
12. nov 2022
Fýra grundøkir í Dávagerði til sølu
12. nov 2022
Grundøkir á Strondum til sølu til íbúðarbygging
19. jan 2023
Syngja sálmar í Sjóvar kirkju
17. jan 2023
IRF - Broytingar í innsavning­ini hesa vikuna
13. jan 2023
Lærarastarv í Stranda skúla
11. jan 2023
Kappróður
09. jan 2023
Hallur Jacobsen og Helgi Olsen fingu viðurkenning og tøkk
09. jan 2023
Innskriving til 1. flokk
Send boð til Sjóvar kommunu