Tíðindi
13. sep 2022
Søkt verður eftir námsfrøðingi
Námsfrøðingur til Dagstovnin Lítlafløtt.
Søkt verður eftir námsfrøðingi at arbeiða 32 tímar um vikuna. Talan er um farloyvisstarv frá 1. oktober 2022 til 1. august 2023.
Vit ynskja
- at tú hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag, við virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum.
- at tú kanst taka ábyrgd og virka í góðum samstarvi við starvsfelagar og foreldur.
- at tú ert nærverandi, kreativ/ur og at tær dámar væl at vera úti.
- at tú sært møguleikar og avbjóðingar, sum eru í nærumhvørvinum.
- at tú verður við til at mynda og menna okkara námsfrøðiliga umhvørvið.
Vit bjóða
- eitt sjálvstøðugt og áhugavert starv, har tú fært møguleika at gera tína ávirkan galdandi á einum stovni, har karmarnir inni og úti eru sera góðir.
- eitt starv, har tú saman við dugnaligum starvsfeløgum, ert við til at menna tað námsfrøðisliga umhvørvi.
- eitt starv, har trivnaður, umsorgan, nærvera og menning eru í hásæti.
Setanarviðurskifti
Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Um námsfrøðingur ikki søkjir, kann hjálparfólk verða sett.
Meira fæst at vita um starvið við at tosa við Sóleyð Debes Joensen, leiðara, á tlf. 232747.
Kunning um stovnin fært tú við at vitja heimasíðu okkara www.litliflottur.fo
Umsókn við avriti av prógvum og møguligum viðmælum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 27. sept. 2022, kl. 12:00 og sendast til: litliflottur@sjovar.fo ella:
Dagstovnurin Lítlifløttur
Fløtuvegur 82
490 Strendur
Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
02. okt 2026
Søkt verður eftir starvsfólki til Lítlafløtt
28. sep 2026
Sjómanskvinnuringurin byrjar aftur
25. sep 2026
Tónleika-Kafé
23. sep 2026
Talvvenjing byrjar aftur
17. sep 2026
Kommunustýrisfundur 24. sep.
15. sep 2026
Garagan hjá Georg verður tikin niður
09. sep 2026
Stongt vegna starvsfólkadag
09. sep 2026