Tíðindi

15. jun 2022

Sigrid sett sum varaleiðari á Lítlafløtti

Seinastu árini er fólkatalið í Sjóvar kommunu vaksið munandi og harvið eisini tørvurin á barnaansing. Lítlifløttur, sum lat upp í 2006 er útbygdur fleiri ferð, men lítið er gjørt við at økja um umsitingarliga partin. 

Dagstovnaleiðarin hevur fingið eina hjálpandi hond frá varaleiðaranum í átta tímar um vikuna, men ásannandi, at hetta er alt ov lítið, hevur kommunustýrið sett Sigrid á Kinn Olsen í starv sum varaleiðari á stovninum í 30 tímar um vikuna.

Sigrid tók í 2006 námsfrøðiligt prógv á Føroya Læraraskúla, fyrstu árini arbeiddi hon í Býlingshúsinum Inni á Gøtu í Havn og hevur síðani 2009 verið í starvi á Lítlafløtti. Seinastu árini eisini sum varaleiðari í átta tímar um vikuna, men er nú sett sum varaleiðari burturav. Hon byrjar í starivinum 15. aug.

Vit ynskja Sigrid blíðan byrð í starvinum.

Eitt sindur um Lítlafløtt:
Dagstovnurin Lítlifløttur lat upp 6. november 2006. Tá vóru tvær vøggustovur, tvær barnagarðsstovur og ein frítíðarstova. Tað vísti seg tó skjótt, at stovnurin var ov lítil, og avgjørt var at byggja eina frítíðarstovu til 1. og 2. flokk omanfyri bygdahúsið. Frítíðarstovan lat upp fyrst í mai 2008.

Tíðliga í 2017 sást, at stovnurin enn einaferð var ov lítil. Tí máttu vit finna eina fyribilsloysn til eftir summarferiuna. Avgjørt var, at tey elstu barnagarðsbørnini skuldu fara í bygdahúsið, har matstovan bleiv gjørd um til eina barnagarðsstovu. 

6. august 2018 lat ein vøggustova upp afturat. Hendan vøggustovan er í Áarstovu, sum upprunaliga var eitt felagsøkið fyri stovnin. Avgjørt var at útbyggja stovnin við trimum vøggustovum.

2. september 2019 blivu nýggju vøggustovurnar tiknar í brúk. Tær eru í einum bygningi fyri seg, norðan fyri barnagarðin.

Í august 2021bleiv skúlabólkurin fluttur í Áarstovu.  

Í dag eru sostatt 10 stovur knýttar at stovninum. Tríggjar vøggustovur, tvær miðlingastovur, tríggjar barnagarðstovur, ein stova við elstu børnunum(skúlabólkur) og ein frítíðarstova, sum eisini heldur til í bygdahúskjallaranum. 

Seinasta mánadag, 13. juni 2022, var sáttmáli undirskrivaður við Sp/F HVT um at byggja stóra frítíðarstovu afturat verandi frítíðarstovu. Ætlanin er, at frítíðarstovan eisini skal brúkast til ungdómshús.

Barnagarður, frítíðarstova og bygdahúsið liggja sera væl fyri, í vøkrum og náttúruvinarligum umhvørvi. Vit hava fótbóltsvøll og bygdahúsið beint við og ein stóran spæligarð við alskyns menningarmøguleikum. Eina á at vassa og spæla í, berg at klintra í, reiggur, rusjubana, klatritorn, spælihús, veg at koyra/súkkla eftir o.a. Stutt til haga og fjøru, sum vit eisini brúka til spæl og menning.

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
28. mar 2024
Vár við lýggjum vindi
27. mar 2024
Gleðiligar páskir
27. mar 2024
Stórt páska­eggjatombola
27. mar 2024
Páska­reggjaveiða 30. mars
25. mar 2024
Søkt verður eftir námsfrøðingum til dagstovnin Lítlafløtt á Strondum
25. mar 2024
Broytingar í innsavning­ini undan páskum
25. mar 2024
Skrúvað verður fyri vatninum Innan Glyvur
23. mar 2024
Earth Hour í Sjóvar kommunu

Send boð til Sjóvar kommunu