Tíðindi

03. mai 2022

Námsfrøðiligur ráðgevi til Lítlafløtt

Námsfrøðiligur ráðgevi til Lítlafløtt

Søkt verður eftir námsfrøðiligum ráðgeva til dagstovnin Lítlafløtt á Strondum at byrja 15. august ella eftir nærri avtalu.

Uppgávurnar hjá námsfrøðiliga ráðgevanum eru m.a.:

·         at ráðgeva starvsfólkum og foreldrum í námsfrøðiligum spurningum

·         at gera námsfrøðiligar eygleiðingar av børnunum

·         at gera menningarætlanir

·         at menna TÍTT sum amboð á stovninum

·         í samstarvi við stovnsleiðsluni at menna námsfrøðiliga tilboðið á stovninum

 

Talan er um eitt fakliga mennandi starv við nógvum fakligum avbjóðingum.

Arbeiðstíðin er 30 tímar um vikuna. Starvsetanin verður sambært sáttmála millum Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Føroya Pedagogfelag, og er lønt á lønarstigi 17-24.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Sóleyð Debes Joensen, dagstovnaleiðara,
á tlf. 232747.

Umsókn, saman við viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir, skal vera okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 17. mai 2022, kl. 12:00, og verður at senda til: litliflottur@sjovar.fo, ella:

Dagstovnurin Lítlifløttur
Fløtuvegur 82
490  Strendur

 

 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
13. nov 2026
Kommunustýrisfundur 19. nov.
13. nov 2026
Lands­stýris­maðu­rin er sinnaður at viðgera málið um rundkoyring
12. nov 2026
Skatta­listin fyri 2025
09. nov 2026
Marknaðardagur í bygdahúsi­num 15. nov.
09. nov 2026
Lítlifløttur 20 ár
05. nov 2026
Jamilla á Café Bella
04. nov 2026
Sámuel bæði steypavinnari og føroyameistari
03. nov 2026
Kim Simonsen fær amerikanska virðisløn fyri yrkingar­savn

Send boð til Sjóvar kommunu