Tíðindi

19. jan 2022

Sosialráðgevi til Barnaverndartænastuna við Skálafjørðin (farloyvisstarv)

Eitt starv sum sosialráðgevi hjá Barnaverndartænastuni við Skálafjørðin er leyst at søkja til setan 1.
mars 2022 ella skjótast gjørligt. Arbeiðstíðin er full tíð, men við møguleika fyri niðursettari tíð.

Barnaverndartænastan við Skálafjørðin er eitt samstarv millum Nes-, Sjóvar- og Runavíkar kommunu,
og vit halda til í hølum á Mýravegi 26 í Runavík. Á deildini starvast seks fólk, skrivari, sosialráðgevar
og sálarfrøðingur.

Barnaverndartænastan arbeiðir sambært lóg um barnavernd.

Arbeiðsuppgávur:
• málsviðgerð, kanningar og samrøður við børn og vaksin
• fyrireika mál til viðgerð í Barnaverndarnevndini
• samskipa og samstarva tvørfakliga við aðrar myndugleikar
• vera við í vaktarskipan hjá Barnaverndartænastuni

Vit ynskja okkum starvsfólk, sum
• hava góð samskiftis- og samstarvsevni
• vilja samstarva og duga at síggja loysnir
• tola at arbeiða undir trýsti
• hava yvirlit og kunna arbeiða sjálvstøðugt

Førleikakrøv:
• Útbúgvin sosialráðgevi
• Viðkomandi royndir eru ein fyrimunur, men ongin treyt

Starvið er eitt avloysarastarv fyri eitt starvsfólk í farloyvi. Starvið er tíðaravmarkað til 1. mars 2023.

Umsókn saman við prógvum og CV skal sendast umvegis starvslýsingina á runavik.fo/leys-storv í
seinasta lagi mikudagin 2. februar 2022.

Um ikki nóg nógvir umsøkjarar søkja starvið, tilskilar Barnaverndartænastan við Skálafjørðin sær
rætt til at søkja av nýggjum.

Løn og setanarviðurskifti eftir sáttmála millum Starvsfelagið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Jenny Petersen, leiðara fyri Barnaverndartænastuna,
á tlf. 237096.

Nes-, Sjóvar- og Runavíkar kommuna samstarva um Barnaverndartænastuna sambært lóg um
barnavernd. Í kommununum búgva á leið 6.500 fólk

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
18. aug 2026
Stranda musikk­skúli
18. aug 2026
St.Í.F. aðalfund 31. august
14. aug 2026
Nýggja skipanin "kyss og koyr" riggar væl
12. aug 2026
Almenn svimjing byrjar aftur
12. aug 2026
21 spent børn byrjað í fyrsta flokki í dag
12. aug 2026
Bókasavnið letur upp aftur í næstu viku!
11. aug 2026
HG-Fisk á Torginum í Heygsstøð
11. aug 2026
Skúlin byrjar aftur

Send boð til Sjóvar kommunu