Tíðindi

15. des 2021

Fara at gera tilmeldingarlista til grundstykki

Eftirspurningurin eftir grundstykki í Sjóvar kommunu er ógvuliga stórur, og vit fáa dagliga áheitinir frá fólki, sum ynskja at keypa eitt stykki.

Tvær stórar útstykkingar við tilsamans 52 grundstykkjum vórðu gjørdar í 2019, og tey stykkini vórðu seld eftir stuttari tíð. Síðani hava bert hendinga stykki verið til sølu.

Ásannandi, at galdandi skipan fyri at fáa grundstykki í Sjóvar kommunu er heldur trek, er avgerð tikin um, at møguleiki skal vera fyri at seta seg á bíðilista til tey stykki, sum koma inn aftur til kommununa.

Frá mánadegnum 3. januar 2022 verður tí møguligt at skriva seg upp til grundstykki.

Treytirnar eru hesar:

·         Tú skalt vera fylt/ur 18 ár

·         Teldupostur við navni, adressu, telefonnummari, teldupostadressu og føðingardegi skal sendast til sjk@sjovar.fo.

·         Í umsóknini skal standa, hvar í kommununi tú ynskir stykki, ella um tú ikki hevur serligt ynski um, hvar stykkið skal vera.

·         Tilmeldingar, sum eru sendar okkum fyri 3. januar 2022, koma ikki á listan.

·         Tá eitt grundstykki er tøkt, verður teldupostur sendur tí fyrsta á listanum. Hava vit ikki fingið svar í seinasta lagi tveir dagar eftir, at telduposturin er sendur, verður skrivað til næsta á listanum.

·         Tá umsøkjari hevur fingið tríggjar møguleikar fyri at fáa grundstykki, men ikki hevur tikið av, verður viðkomandi settur aftast á listan.

 

Sjóvar kommuna

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
10. jul 2026
Avbrot á fipursambandi­num á Strondum
09. jul 2026
Tvey umboð í Sjóvar kommunu til EM fyri unglinga-landslið í dart
07. jul 2026
Strandingu­rin Pauli Rasmussen millum fimm teir mest spennandi at fylgja í U20 EM
01. jul 2026
Vaskifólk til skúlan
26. jun 2026
Rynkeby á vitjan í Sjóvar kommunu
25. jun 2026
Vatnið er nú reint aftur
24. jun 2026
Team Rynkeby vitjar á Strondum
23. jun 2026
Søkt verður eftir vaskifólki

Send boð til Sjóvar kommunu