Tíðindi

30. nov 2021

Fíggjarætlanin fyri 2022 samtykt

Kommunustýrið fyri Sjóvar kommunu hevur á fundi í gjárkvøldið lagt fíggjarætlan fyri 2022. Skattaprosentið verður óbroytt, 21% og barnafrádrátturin verður eisini óbroyttur, 7.000 kr.

Væntaðar inntøkur eru 57.817.300 kr.
Væntaðar útreiðslur eru 52.051.400 kr.
Íløgur vera gjørdar fyri tilsamans 22.255.000 kr.

Víðkan av frítíðarstovuni
Sjóvar kommuna hevur seinastu árini havt stóra tilgongd av borgarum, og hetta hevur við sær, at tørvur hevur verið á at økja um dagstovnaplássini. Í 2019 blivu 3 nýggjar vøggustovur gjørdar, og hetta var tá mett til at kunna nøkta tørvin á økinum eina rúma tíð framyvir, men longu nú í 2021 staðfesta vit, at tørvurin á dagstovnaplássum er øktur munandi, og tí verður neyðugt, einaferð enn, at økja um plássini, hesaferð hjá teimum eldru børnunum í frítíðarstovuni.

Stranda skúli
í 2011 bleiv Stranda skúli útbygdur, og umstøðurnar í skúlanum eru sum heild rættiliga góðar. Í 2022 fara vit at skifta tann gamla elevatorin og samstundis fara vit at gera eina nýggja lyftu í tann nýggja partin av skúlanum, og sum samstundis eisini tryggjar atkomu til goymsluna í fimleikahøllini.

Ungdómshús
Bygdahúsið á Strondum er dagført og umstøðurnar á miðhæddini og í kjallaranum eru blivnar munandi betri. Vit hava nú ætlanir um at bjóða ungdóminum eitt tilboð, sum vit eru byrja at fyrireika, og vit ætla at koma á mál við hesum í 2022.

Útstykkingar
Stórur áhugi er fyri at búseta seg í Sjóvar kommunu, og vit eiga ongi grundstykki at selja í løtuni. Vit meta tað vera eina av fremstu uppgávunum at eiga grundøkir til bústaðir til fólk, ið vilja búseta seg í okkara kommunu og vit hava raðfest hesa uppgávu sera høgt. Í okkara útstykkingarætlanum hava vit tikið hædd fyri, at bústaðartørvurin er fjølbroyttur, og tí fara vit, umframt at bjóða økir til vanlig sethús, eisini til tvíhús, samanbygd hús og íbúðir.

Nýtt øki við tunnilsmunnan
Í sambandi við at Eysturoyartunnilin bleiv gjørdur, hava vit gjørt eitt nýtt øki í Selvindsbø. Økið er stórt, og liggur væl við sjóvarmálan. Kommunustýrið hevur í ár arbeitt við at gera ásetingar fyri hetta økið. Vit eru sannførd um, at besta loysnin er at skipa økið soleiðis, at økið verður samansett vinnu- og íbúðarbygging, ætlandi við lættari vinnu á niðastu hædd og íbúðir í erva. Eisini er umráðandi, at útiøkið verður væl skipað.  

Vinna
Tað er eisini sera stórur áhugi fyri vinnuøkjum í Sjóvar kommunu. Í sambandi við endurskoðan av byggisamtyktini hava vit staðsett eitt vinnuøki í Urðum, Innan Glyvur. Hetta økið liggur sera væl fyri, tætt við landsvegin, og vit eru komin væl ávegis í sambandi við at ogna okkum økið og at skipa virksemi og gera eina umhvørvisflokking av vinnuøkinum.

Ítróttarhøll
Ásannandi, at vit hava brúk fyri eini ítróttarhøll, hevur kommunustýrið sett 2 milliónir kr. av til at byrja fyrireikingar til at byggja eina høll á Strondum.

 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
16. mai 2024
Skráin fyri Kom-Út-Vikuna 2024
16. mai 2024
Ruddingardagu­rin útsettur vegna verkfall
16. mai 2024
SKS skipaði fyri árliga tilbúgv­ingar­degnum
15. mai 2024
Ongin ruskinn­savning
15. mai 2024
Eingin almenn svimjing vegna verkfall
15. mai 2024
Ruskplássið stongt vegna verkfall
13. mai 2024
Seks kommunur seta fólka­talsmet
10. mai 2024
Ruddingardagur 18. mai

Send boð til Sjóvar kommunu